Eysturkommuna
Týsdagin 28. apríl loysti borgarstjórin, Per Martin Gregersen, tað fyrsta flagið til nýggju útstykkingina í Niklasmørk í Syðrugøtu.
Útstykkingin fevnir um átta sethúsa grundstykkir, ið verða gjørd byggiklár. Umframt hetta eru 3.700 fermetrar lagdir av til raðhús og íbúðarbygging.
Tað er J&K Petersen, sum stendur fyri arbeiðinum, og sum somuleiðis fer at standa fyri bæði bygging og sølu av raðhúsunum. Her verður talan um áleið 15 til 17 raðhús, og sostatt verður samlaða talið av bústøðum í nýggja býlinginum millum 23 og 25 bústaðir.
Eftir ætlan fer arbeiðið at taka umleið eitt ár.
Tá ið grundstykkini verða klár, verður lýst nærri, hvussu hesi verða seld borgarum.
