Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.12.2022 09:05

Nýggja frítíðarstovan á Strondum tekur skap

Myndir: Sjóvar kommuna

Arbeiðið at gera nýggja frítíðarstovu gongur støðugt framá, og í dag, mikudagin 30. november 2022, vóru útiveggirnir á nýggju frítíðarstovuni reistir.

Tað er HVT, sum hevur høvðusuppgávuna at byggja nýggja frítíðarstovuna, og FT-Bygging, undirveitari, stendur fyri sjálvari byggingini. Komandi tíð fer við at inniloka húsið, og væntaninar eru, at frítíðarstovan verður liðug innilokað, áðrenn árið er lokið.

Umframt at nýggja frítíðarstovan loysir stóru avbjóðingina at hýsa skúlabólki og frítíðarstovubørnum er ætlanin, at húsið eisini skal virka sum ungdómshús um kvøldarnar. Tí er tað við stórum spenningi at bíðað verður eftir, at húsið er liðugt og klárt at taka í nýtslu. Væntandi verður frítíðarstovan liðug seinnu helvt av várinum 2023. Nær húsið verður tikið í nýtslu er ikki avgjørt, men væntandi verður tað skjótast gjørligt eftir hetta.

Niðanfyri síggjast myndir av frítíðarstovuni.