Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.06.2023 13:59

Nýggj ventilatiónsskipan í svimjihylinum

Mynd: Nes kommuna

Nes kommuna

Svimjihylurin í Tofta skúla hevur verið stongdur síðan 12. juni vegna dagføringar.

Seinnu árini eru fleiri dagføringar gjørdar í svimjihylinum, og í summar verður nýggj ventilatiónsskipan sett upp. Við hesi nýggju skipanini fer at bera til at endurnýta hitan sum ger, at væl av orku verður spart.

Arbeiðið, sum Hans Hilmarsson Hansen hevur ábyrgdina av, gongur eftir ætlan. Svimjihylurin verður væntandi tøkur aftur við skúlaársbyrjan í august.