Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.12.2022 14:50

Nýggj Ungdómsumboðsnevnd í Fuglafjarðar kommunu

Mynd: fuglafjordur.fo

Fyri aðru ferð, eru ungdómsumboð vald í Fuglafjarðar kommunu, og hevur nýggja nevndin havt sín fyrsta fund, nú beint fyri jóla. Í nýggju nevndini sita Mildrið Hammer Abrahamsen, Kaja Poulsdóttir Toftegaard, Henny Vík og Regin Taye Lassaberg.

At verða ungdómsumboð, inniber m.a. hettar:

  • Umboða ungdómin í Fuglafjarðar kommunu
  • Eru ráðgevar hjá leiðaranum av ungdómstilboðnum
  • Hava fund 1 ferð um mánaðin ella eftir tørvi
  • Møtast í býráðssalinum
  • Kunnu altíð seta ungdómsmál á skrá
  • Eru við í t.d. framløgum og fjølmiðlum
  • Sita í 1 ár
  • Verða lønt fyri sítt arbeiði

Um tú hevur okkurt hugskot, sum tú kundi hugsað tær bleiv til veruleika, so er at siga tað við títt umboð, ella at senda okkum hugskotið í DM á instagram @fuglarnir_ung