Sum Eysturoyarportalurin skilir, so hevur FSF játtað at stuðla einari hallarverkætlan í Sarpugerði við 10 mió krónum. Og fer FSF at boða frá hesum nú fríggjadagin.
Talan er um eina fótbóltshøll sum er 50×70 m.
Kostnaðurin av fótbóltshøllini fer at liggja um 40 mió. Og sum Eysturoyarportalurin skilir, er eisini áhugi frá privatum vinnulívið í økinum at stuðul hesari verkætlanini.
Vónin er sum skilst, at fáa somikið í fíggjarligum stuðli, at høllin kann fáast upp, uttan stórvegis kommunala fígging av Eysturkommunu.
Um gongst sum ætlað, so skal arbeiði byrja í 2027.



Myndir: Eysturkommuna