Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.01.2023 10:15

Nýggi dagstovnurin Gjái tekur skap

Myndir: Eysturoyarportalurin

Eysturoyarportalurin var við, tá borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, var og hugdi hvussu arbeiðið gongur við nýggja dagstovninum Gjái, sum nú verður bygdur við Gøtugjógv.  

Nógv virksemið er í hesum døgum í byggninginum, har áleið 40 mans arbeiða, bæði arbeiðsmenn, eletrikarar og smiðir og aðrir, sum av øllum alvi royna at fáa alt liðugt til várs. Mett verður at arbeiðið og byggningurin stendur liðugur um hálvan mars.  

Nú byrjar eisini alt so smátt at taka skap, bæði innan og uttan. Gólv er lagt á allan byggningin, meðan byrja var við loftinum meðan vit vóru á vitjan. Rúm og stovur eru komin væl áleiðis, og manglar ikki so nógv í. Enn mangla to t.d. vesi og køkur at verða uppsett v.m. Uttanfyri skal nógv av økinum asfalterast, nakað sum ikki hevur verið møguligt seinastu vikurnar, av tí nógva kavanum. Og hevur kavin tískil seinka arbeiðinum nakað, verður sagt.

Snotiligi byggningurin, sum er størsta íløga í Eysturkommunu nakrantíð, er ikki bert ein dagstovnur í heimsflokki har børn og starvsfólk fáa bestu umstøður og útsýnið út á Gøtuvík, men eisini eitt listarligt prýði, sum er væl og virðiliga hugsa inn í náttúrulendi við Gøtugjógv. Tað er Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum vann arkitektkappingina at tekna byggningin, sum Eysturkommuna skrivaði út í 2017.

Nýggi dagstovnurin verður umleið 1.300 m2 brutto í tveimum hæddum og kemur at hýsa 4 barnagarðsstovum og 4 vøggustovum, íalt 8 stovur við tilhoyrandi inngongd, vesir, gardrobur, goymslurúm. Vøggustovurnar liggja í ovaru partinum og barnagarðurin í niðara partinum og hava stovurnar góðan sólargang tað mesta av degnum.

Frammanfyri bygningin, verður í báðum hæddum útlagt eitt spæliøki við sera vøkrum útsýnið út á Gøtuvík. Dagstovnurin kemur at rúma íalt 112 vøggustovu- og barnagarðsbørnum.

Øll verkætlanin kostar áleið 54 milliónir krónur, og skuldi arbeiðið upprunaliga vera liðugt við árslok í 2021, men av ymiskum orsøkum hevur tað ikki borið til.

Tað var annars fyrrverandi borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, ið loysti fyrsta flagið í august 2020.