Eysturkommuna keypti í heyst framkomnan bjargingarbát sum skal verða ein partur av tilbúgvingini í kommununi.
Tað var oktober mánaði í ár, at umboð fyri Eysturkommunu vóru í Norra fyri at keypa “nýggja” bátin.
Báturin sum er av merkinum Norsafe, er bygdur í 2012. Hann er 34 fót langur, hevur 2×306 hk og hevur pláss til 24 sitipláss. Eisini er hann útgjørdur við alskins framkomnum hentleikum, bæði til leiting og bjarging.
Og seinnapartin í dag kemur báturin so til Gøtu/Leirvík. Ætlanin er at báturin skal verða á Gøtu uml. kl 17.00, har so fólk kunnu koma umborð at síggja bátin.
Seinni verður báturin sigldur til Leirvíkar, har te, kaffi og okkurt søtt verður at fáa á Tilbúgvingarstøðini.
Ætlanin er at báturin skal liggja vetrarmánaðirnir í Leirvík, meðan um summari skal hann liggja í Norðragøtu.
Deil á Facebook