Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.08.2023 13:28

Nú verður asfaltera við vøllin í Sarpugerði

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í dag byrjaðu arbeiðsmenn frá Kreton, at asfaltera stóra økið framvið vøllinum í Sarpugerði, oman ímóti ánni. Eitt økið sum er útvið 2000 fermetrarnar til víddar.

Hetta økið hevur mangla at verða asfaltera, líka síðani nýggja Víkingahúsið og økið rundanum var gjørt, nú fyri fleiri árum síðani.

Væntandi fer arbeiði at taka nakrar fáa dagar, upplýsir kommunan fyri Eysturoyarportalinum.

Myndir: Eysturoyarportalurin