Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.01.2024 07:38

Nú øtlar hann vindin: onkrir skaðar fráboðaðir

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Nú øtlar hann vindin nakað. Tað sæst á veðurmátarunum hjá Landsverk.

Ódanaveðri, sum rakti landi um 04.00 tíðina í nátt, er byrja at at gera um seg kring landið.

Átaksleiðarin hjá Eysturkommunu, upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at teir hava fingið 16 skaðafráboðanir síðani í gjár. Fimm av hesum fráboðanum eru komnar síðani áleið kl. 04.00 í morgun og fram ti nú kl. 07.00.

Alt hevur verið so at siga bert smáting, so sum at surrað onkran vogn og tryggja onkrar hurðar og onnur smáting.

Leiðarin hjá sløkkiliðnum í Fuglafirði, sigur fyri Eysturoyarportalinum, at eingin skaðafráboðan er komin inn hjá teimum enn. Men allir mans eru klárir um so er, at brúk er fyri teimum.

Hjá Skálafjarðar sløkkiliðið sigur tilbúgvingarleiðarin, at heldur ongin fráboðan er komin inn hjá teimum enn.

Átaksleiðarinir siga tó allir, at tað er fyrimyndarligt hvussu væl fólk hava tikið áheitarnar til eftirtektar um at rudda upp rundanum húsini hjá sær.