Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.09.2026 12:35

Nú fáa gøtufólk skjótt sín nýggja handil (Myndir)

Hallur Djurhuus, eigari, uttanfyri nýggja PE handilin í Norðragøtu. Mynd: Eyp.fo

Gamli PE handilin hevur húsast undir rættuliga trongligum viðurskiftum í nógv ár. Men nú er greitt, at nýggi stóri nýmótans PE matvøruhandilin á Oyrini í Norðragøtu letur upp 18. november í ár.

Tað váttar Hallur Djurhuus, eigari fyri Eysturoyarportalinum í dag.

Í komandi viku koma kølidiskar og annað, meðan vikurnar aftaná tað, er ætlanin at byrja at seta vøruhillar og onkrar vøru upp. So vit verða nokk klár inni í handilinum heilt skjótt. Um nakrar fáar vikur.

Tað sum so er eftir at gera, er at fáa lift upp og asfalterað, alt økið rundanum byggningin uttanfyri, sigur Hallur Djurhuus.

Nýggi handilsbygningurin er umleið 1.200 fermetrar, og skal hýsa einum nýmótans Á-handli við nógv størri plássi og einum rúgvismiklari og breiðari vøruúrvali enn áður. Eisini parkeringsmøguleikarnir vera munandi betri hjá kundunum.

Í norðurendanum á bygninginum er gjørt pláss fyri eini kafé ella einum matstaðið. Men enn er ikki greitt hvør fer at húsast har.

Eysturoyarportaluirn var í dag á vitjan og tók nakar myndir, nú tað byrjar at nærkast at nýggi handilin letur upp.