Seinasta strekkjið, sum var stongt millum Skipaneskrossin og Syðrugøtu, er nú opið aftur. Og ferðslan koyrir aftur sum vanligt.
Tó heitir løgreglan staðiliga á bilførarar um at koyra varliga á strekkinum.
Nógvir bilar standa í bíðirað, so tað verður góð løta, áðrenn ferðslan kemur í rætt lag.
Sostatt hevur ein av lívægrunum í føroyska vegakervinum verið stongd í nærum 4 tímar í dag.



Myndir: Eyp.fo