Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.12.2022 17:55

Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og mugu bilførarar vísa størsta varsemi.

Mynd: Landsverk

Boð frá Landsverk

Ávaring: Tað er ikki koyrandi á Kunoyarvegnum, ígjøgnum Leynatunnilin og til Skælings.

Stórur vandi er fyri áarlopi í líðini til Tjørnuvíkar, vísi stórsta varsemi.

GEV GÆTUR: Stórt grót liggur á vegnum uttan fyri Vágatunnilin, sunnanfyri Fútaklett.

Koyrandi er til Trøllanesar. Vegurin er eitt sporaður íløtuni. Koyri varliga

Stórur vandi er enn fyri áarlopi í støðum kring landið.

Øll óneyðug koyring á Kunoyarvegnum, til Syrðadals á Streymoynni, á Kallsoynni, Elduvíkar og til Tjørnuvíkar verður frárádd

Vánalig koyrilíkindir á Gjáarvegnum. Vísi varsemi

Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og mugu bilførarar vísa størsta varsemi.

Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í morgun.