Tíðindaskriv
Ein týðandi partur av heilsutrygdarlógini er gjaldsskyldan, sum fevnir um øll tey, sum eru búsitandi í Føroyum og tí fevnd av lógini.
Hetta hevur havt við sær avbjóðingar, tí fleiri borgarar arbeiða í øðrum Norðurlandi og rinda sosialtrygdargjøld har. Tí hava teir mett seg verða undantiknir gjaldsskylduni í Føroyum, vísandi til norðurlendskan sáttmála á økinum.
Nú heilsutrygdarlógin er broytt, fær Heilsutrygd 1. juli 2024 heimild til at viðgera umsóknir um undantak frá gjaldsskylduni.
Á middegi 1. juli 2024 letur upp nýggj sjálvgreiðsla hjá Heilsutrygd á Vanganum, so borgarar kunnu søkja um undantak.
Tá søkt er um undantøku, fáa Heilsutrygd og TAKS boð um hetta, og borgarin skal ikki longur gjalda heilsutrygdargjald. Henda støða verður so galdandi, til borgarin boðar frá broyting, ella Heilsutrygd kemur til ta niðurstøðu, at borgarin ikki hevði rætt til undantak. Til ber ikki at gera hesa niðurstøðu, fyrr enn árið er lokið.
Fyri at umsóknin kann viðgerast, og endalig avgerð takast, er neyðugt, at borgarin skjalprógvar inntøku og goldin sosialtrygdargjøld í øðrum Norðurlandi.
Nakrar aðrar treytir eru í norðurlendska sáttmálanum. M.a. skal borgarin ikki hava týðandi virksemi í Føroyum, og hann skal vanliga ikki hava fleiri/skiftandi arbeiðsgevarar í øðrum Norðurlandi.
Í serstøkum førum, har borgarar ætla at søkja um undantak fyri 2024, men ikki kunnu ella vilja brúka Vangan til hetta, ber til at senda teldupost ella bræv til Heilsutrygd við skjølum, sum vísa inntøku í øðrum Norðurlandi og goldin sosialtrygdargjøld.
Umsóknirnar, sum Heilsutrygd nú hevur heimild at viðgera, eru fyri árið 2024 og frameftir. Heilsumálaráðið arbeiðir við eini endurgjaldsskipan til tey, sum farnu árini hava goldið heilsutrygdargjald, men áttu at verða undantikin, vísandi til norðurlendska sáttmálan.
Á Heilsutrygd fegnast vit um, at viðurskiftini nú eru greiðari, og at samsvar nú er millum norðurlendska sáttmálan og heilsutrygdarlógina.
Deil á Facebook