Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.10.2022 09:25

Nú ber til at søkja stuðul úr Jólamerkjagrunninum

Mynd: Jólamerki Bárður Dal Christiansen

Stuðul verður latin á hvørjum ári til stovnar, feløg og onnur, ið virka fyri tiltøkum til frama fyri børn. Eisini kann stuðul latast til tiltøk til frama fyri ungdóm, fólk, ið bera brek ella onnur samfelagsgagnlig endamál. Stýrið fyri Jólamerkjagrunnin kann játta stuðul eftir egnum uppskoti.

Síðan Jólamerkjagrunnurin varð settur á stovn í 1979, er stuðul latin til nógv ymisk endamál. Seinastu árini hevur grunnurin m.a. latið stóran stuðul til felagsskapin KRIS, Ævintýraferðina, Eydnudeildina og Loppurnar, umframt ‘Øll hava rætt til góð barnaár’, ið er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya. Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur Jólamerkjagrunnurin til endamáls at býta út vinningin av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út.

Nýggj jólamerki verða sniðgivin hvørt ár, og í ár hevur Bárður Dal Christiansen sniðgivið jólamerkini. Eitt ark við 15 merkjum kostar kr. 30,00 og ársins jólamerki fáast til keyps á Posta og á stamps.fo frá 24. oktobur 2022.

Freistin at senda inn umsókn er 31. oktobur 2022

Umsóknin skal stílast til Jólamerkjagrunnin og sendast til:

jolamerkjagrunnurin@posta.fo