Eftir ein summarsteðg á nakrar vikur fer kappingin nú í gongd aftur.
Besta manssliðið hjá NSÍ skal í kvøld til Hoyvíkar, har FC Hoyvík við fyrrverandi NSÍ legenduni Jens Martin Knudsen á odda, tekur ímóti.
NSÍ liggur á 2. plássið við 35 stigum, meðan FC Hoyvík liggur á 8. plássið við 18 stigum. Fremst liggur Skála á 1. plássið við 40 stigum.
Dysturin byrjar kl. 19 í kvøld og verður leiktur á Hoyvíksvøllur í Hoyvík.