Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.05.2023 20:51

NSÍ skal hava nýtt ítróttarhús

Mynd: Eysturoyarportalurin

Onkuntíð er deiliga skjótt frá hugskoti til veruleika – soleiðis er ikki altíð í politikki.

Soleiðis sigur Sonni L. Petersen, býráðslimur í Runavíkar kommunu á Facebook-vanga sínum í kvøld.

Ein meiriluti í Runavíkar Býráði hevur í kvøld við 2. viðgerð samtykt eina eykajáttan, soleiðis at tað er møguligt at byggja eitt ítróttarhús við Løkin.

-Tað kann gott vera, at húsið ikki er líka flott og stórt, sum einaferð ætlað – og sum fleiri enn ætla. Millum annað eg. Tú kanst altíð við betongi byggja eitt stórt hús, men tað er innihaldið og fólkini, ið skapa eitt heim.

Víðari sigur hann: –Eg eri sannførdur um, at NSÍ við hesum kann skapa sær eitt gott heim. Eg vil gjarna takka einum meiriluta í býráðnum, okkara ítróttarligu og teknisku umsiting – NSÍ-nevndini og einum frálíkum arkitekti – fyri avbera skjótt og gott arbeiði.