Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.03.2025 07:48

NSÍ leikari úti í fleiri mánaðir

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Í gjár, tá ið NSÍ megnaði at vinna 4-3 á B36 í evstu løtu í landskapping hjá monnum, var tað ein leikari sum manglaði á dómaraseðlinum.

Miðvallarin, Bethuel Hansen, stóð nemliga uttanfyri á síðulinjuni á høkjum. Orsøkin er, at meniskurin í vinstra knæið skrædnaði undir venjing fyri trimum vikum síðani.

Hann upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at hann er síðani skurðviðgjørdur, og verður væntandi klárur aftur í summar ella til seinnu hálvu av landskappingini.