Tað er aftur blivið tíð til evropeiskan fótbólt í Føroyum. Hósdagin hittast NSÍ og FC Lugano í seinna dystinum í triðja undanumfari í UEFA Conference League. Og hóast uppgávan hjá NSÍ er sera trupul, er alt enn ikki avgjørt.
FC Lugano vann fyrra dystin 2–0 á heimavølli á AIL Arena í Lugano tann 6. august.
Tað merkir, at sveisiska liðið hevur eitt gott útgangsstøði, men NSÍ hevur nú heimavøllin, føroyska veðrið og – ikki minst – eina trúgv upp á, at uppgerðin kann vendast á høvdið.
Og tað er júst tað, sum ger seinna dystin áhugaverdan.
NSÍ skal finna eitt annað gear
Fyrri dysturin vísti munin á liðunum, men eisini at NSÍ kann standa seg ímóti einum liði úr einari sterkari fótbóltstjóð sum Sveis. Nú er uppgávan greið: NSÍ má vinna við minst tveimum málum, fyri at koma upp á javnt samanlagt.
NSÍ hevur longu spælt seg ígjøgnum tvey undanumfør í Conference League. Fyrst varð Hamrun Spartans úr Malta koppað samanlagt 3–2, og síðani vann NSÍ ein dramatiskan dyst móti FC Koper úr Slovenia eftir longda leiktíð og brotssparkskapping. Tað hevur givið liðnum nógvar evropeiskar royndir í summar – og tað eru júst tær royndirnar, sum kunnu fáa stóran týdning hósdagin.
Í Conference League hevur NSÍ higartil skorað trý mál og latið fýra mál inn. Petur Knudsen hevur skorað tvey av málunum, meðan Michał Przybylski hevur skorað hitt.
Men móti FC Lugano verður neyðugt at fáa nógv meira burturúr frammanfyri málinum um NSÍ skal hava nakran møguleika at spæla seg víðari. Tí er tað gott fyri NSÍ at Klæmint A. Olsen er aftur at síggja á vøllinum og skeyt eitt av málunum í vikuskiftinum móti Skála.
Lugano kemur til Føroya við stórum sjálvsáliti
Seinnapartin í gjár setti leiguflogfarið við FC Lugano leikarunum seg í Vágunum.
FC Lugano hevur fingið eina frálíka byrjan upp á nýggja kappingarárið. Eftir tríggjar dystir í sveisisku Super League hevur liðið vunnið allar tríggjar og hevur níggju stig. Sunnudagin, bert tríggjar dagar undan ferðini til Føroyar, vann FC Lugano heili 5–0 á FC Zürich.
Veðrið, áskoðarnir og trúgvin kann verða vápnið
Leikarnir hjá FC Lugano eru ikki vanir við føroyska veðrið og føroysku umstøðurnar. Teir eru vanir við stilli, hita og góðar grasvøllir. Nú koma teir til kaldari veðurlag og til ein graslíkisvøll. Tí verður umhvørvið heilt nýtt fyri útlendsku gestirnar úr Sveis.
Hitin fer at liggja um 10 stig og tað verður skýggja. Nakað sum skuldi hóva føroysku leikarunum nógv betur enn allur hitin í Sveis fyri viku síðani.
Og so kunnu heimaáskoðarnir eisini fáa ein týðandi leiklut sum 12.maður, nakað sum kann geva NSÍ leikarunum luft undir veingirnar.
Lugano hevur tó fleiri vápn
Venjarin hjá FC Lugano, Mattia Croci-Torti, hevur eina væl samansetta manning. Í 5–0 sigrinum móti Zürich byrjaði FC Lugano við einari 3-4-2-1 uppstilling, har m.a. Mattia Zanotti, Uran Bislimi, Renato Steffen, Ignacio Aliseda/Cimignani og Kévin Behrens vóru millum lyklaleikararnar.
Serliga Behrens er verdur at halda eyga við. Hann skoraði tvey mál móti Zürich og hevur víst, at hann er í góðum málformi.
FC Lugano hevur eisini longu víst styrki í Conference League. Í øðrum undanumfari vann liðið samanlagt 6–1 á Dukagjini úr Kosovo, eftir 1–0 heimasigur og 5–1 útisigur.
Tað er sostatt ikki eitt lið, sum kemur til Føroya fyri bara at verja eina 2–0 leiðslu.
NSÍ hevur einki at tapa
Kanska er hetta størsta styrkin hjá NSÍ.
Liðið hevur longu gjørt meira í Evropa í summar, enn nógv høvdu væntað. Eftir dystir móti Hamrun Spartans og FC Koper stendur NSÍ nú við einum av teimum størstu evropeisku dystunum í søgu felagsins.
Og tað er ein dystur, har trýstið í stóran mun liggur á gestunum.
FC Lugano veit, at teir eru favorittar. Teir vita, at teir hava vunnið fyrra dystin 2–0. Teir vita eisini, at eitt NSÍ-mál tíðliga kann gerast vandamikið fyri teir.
Eitt spennandi føroyskt fótbólts kvøld
Hósdagurin kann gerast søguligur í føroyskum fótbólti. Bæði NSÍ og KÍ hava møguleikan at spæla seg víðari – hóast mótbrekka er hjá báðum.
FC Lugano hevur fyrimunin. Tað er eingin ivi um tað. Men ein heimadystur í Føroyum kann geva NSÍ eina aðra orku, og um heimaliðið fær fyrsta málið kann alt henda.
Seinna uppgerðin í 3. Undanumfari í Conference League millum NSÍ – FC Lugano, sum verður leiktur við Djúpumýri í Klaksvík, verður bríkslaður í gongd hósdagin kl. 19.30.
Stuðlað umrøðuni hjá NSÍ í Conference League hava:
FBS – Føroya Betongsaging
Kiosk Vár
Voyt
Storm