Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.10.2024 16:02

NSÍ hevur ársveitslu 2. november

Screenshot

Fótbóltsfelagið úr Runavík, NSÍ, hevur havt eitt frálíkt kappingarár, bæði hjá kvinnum og monnum.

Besta liðið hjá monnnum endaði á einum 4. plássi, eftir at verða komnir upp úr 1. deild og kunnu teir møguliga vinna sær atgongd til evropiskan fótbólt komandi ár um alt gongur uppí eina hægri eind.

Meðan kvinnurnar gjørdu ikki mætari enn at vinna greipuna og staðfestu harvið hvat besta kvinnuliðið í Føroyum er í løtuni.

Og tað er hetta sum skal hátíðarhaldast hjá teimum gulu á eystar armi á Skálafjørðinum.

Ársveitslan hjá NSÍ verður hildin leygardagin 2. november og verður í Bylgjuni, sum verður umskapa til eitt satt veitsluhøli. Hetta upplýsa fyrireikararnir fyri Eysturoyarportalinum.

Vælkendu og skemtiligu vertirnir úr Vespureiðrinum, John og Jonhard, koma at verða borðstjórar. Meðan Sverri og Eyðun skipa fyri felagssanginum.

Borðreitt verður við einari spennandi trý-rættaði matskrá frá Gist & Vist. Eisini verður annað spennandi og stuttligt á skránni sum t.d.:

– Dansur við Fourmenn

– Gestarøðarar

– Uppboðssøla av blusum hjá Betri kvinnum og monnum

Undir borðhaldinum verður “Ársins spælari, “Ársins unga stjørnuskot”, bæði hjá kvinnum og monnum funnin, samstundis sum “Ársins vespa” og “Ársins herðaklapp” verður givið.

Atgongumerki til veitsluna kunnu keypast í Bókabúðini ella online á atgongumerki.fo – Seinasta freist at keypa atgongumerki er nú leygardagin 26. oktober.