Fótbóltsfelagið NSÍ hevur ikki havt nakað egið ítróttarhús. Ítrótttarhøllin og Bylgjan hava verið skiftingarrúm, tilhaldsstað og “heim” felagsins í mong ár. Men hetta fer nú at broytast.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at stoypa eitt fundament aftanfyri málið sunnanfyri, sum skal húsa skiftingarrúmum v.m.. Og í dag var so ovarahæddi, ein træbyggningur, settur omaná, har kontór og annað skal verða.
Sostatt fær 66-ára gamla flaggskipið við Løkin nú loksins sítt egna íróttarhús.
Deil á Facebook