Tað gjørdist truplari enn væntað. Útiliðið gav teimum gulu úr Runavík ein skarpan gang, og kundi og kanska skuldi, úrslitið verið øðrvísi. Men FM-favorittarnir drógvu tað longra stráðið og vunnu ein kærkomnan 4-2 sigur við Løkin.
Málini hjá NSÍ skutu Marius Kryger Lindh (3. min), Sammy Skytte (21. min), Petur Knudsen (77. min) og Klæmint A. Olsen (90. min). Meðan hjá EB/Streymi vóru tað Kristian Svabo Eliasen (63. min) og Meinhard Debes Geyti (80. min), sum finge málini.
NSÍ er oddalið við 40 stigum eftir 19 dystir, meðan KÍ er nr. 2 við 34 stigum eftir 18 dystir.
Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo

























