Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.06.2023 14:54

Norðoya Sparikassi hækkar rentur á inn- og útlánum

Mynd: Norðoya Sparikassi

Tíðindaskriv/Norðoya Sparikassi

Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hækkaðu rentuna 4. mai 2023, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini. 

Innlánsrentur hækka við upp til 0,40 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar.

Broytingarnar koma í gildi tann 10. juli 2023. 

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.

NORÐOYA SPARIKASSI