Tíðindaskriv
Nordisk Trap sera vælumtókt í Føroyum.
Eysturskot i Leirvík, byrjaði í 2022 at bjóða sínum skjúttum eina nýggja skjótigrein sum er ógvuliga vælumtókt í Norðanlondum, talan er um tað vælumtókta Nordisk Trap.
Hendan skjótigreinin er blivin so mikið vælumtókt í Føroyum, at Eysturskot valdi at seta sum hægstamark, at pláss bleiv fyri 20 skjúttum á listanum til leygardagin 20.mai, og longu eftir 4 døgum var fulltekna. Síðan valdi Eysturskot at royna við 25 skjúttum og longdi freistina, og fulltekna var beinanvegin. Av teimun 25 skjúttunum vóru ikki minni enn 8 unglingar. Unglingi er 21 ár ella yngri.
Eitt umfarð í Nordisk Trap tekur umleið 20 minuttir at gjøgnumføra, og tá 25 skjúttar eru tilmeldaðir, so tekur tað nakað av tíð.
Nordisk Trap er ein skjótigrein har 5 skjúttar royna seg í hvørjum umfarið, so hendan dagin bleiv tað til 5 bólkar við 5 skjúttum í hvørjum bólkið. Skotið bleiv innleiðandi eftir 75 dúgvum, har 5 teir fremstu fóru í eina A-finalu, sum er eitt eyka umfarð á 25 dúgvur. Hinir bólkarnir skutu eftir 15 dúgvum í finaluni.
Eysturskot fegnast um veksandi áhugan fyri hesi greinini, sum bara Eysturskot bjóðar fram í Føroyum. Skjúttar koma allastaðni frá í landinum til Leirvíkar at skjóta Nordisk Trap.
Hettar er ein grein, har ferðin ikki er so høg á dúgvunum, og vinklarnir ikki so víðir sum á hinum skjótigreinunum sum Eysturskot bjóðar sínum skjúttum.
Skjúttar hjá Eysturskot eru bjóðaðir til Ísland og Svøríki seinri í ár, at luttakað í kappingum, men skjúttarnir hava valt at bíða til komandi ár, men fyrireikingirnar er so smátt byrjaðar.
Kappingin leygardagin byrjaði við lutakastið kl.09:30 og sjálv kappingin byrjaði kl.10:00 og klokkan 17:00 var øll kappingin avgreidd.
Úrslitini frá kappingini síggjast á: https://www.eysturskot.com

