Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.12.2023 10:56

Nógvur vindur kring landið

Eyp.fo

Sambært heimasíðuna hjá Landsverk, so er tað nógvur vindur kring alt landið. Nógvarstaðni er í hvirliunum upp í 27 -30 m/s. Og onkustaðni eisini omanfyri tað. Ættin er eystan.

Hetta sæst eisini aftur á heimasíðuni hjá Strandferðsluskip Landsins, har so at siga eingin almenn sigling ella koyring er í dag vegna veður.

So nýggjársbálið er sera ivasamt hjá mongum í hvøld. Hóast tað er ein møguleiki fyri at vindurin minkar seinni á kvøldinum niður í einar 15 m/s.

Soleiðis sær yvirlitið út, tá ið tosa verður um ymisku heitini, tá ið talan er um vindferð.

  • Fleyr: 0,3-1,5 m/sek.
  • Lot: 1,3 – 3,3 m/sek.
  • Gul: 3,4-5,4 m/sek.
  • Andøvsgul: 5,5-7,9 m/sek.
  • Frískur vindur: 8,0-10,7 m/sek.
  • Strúkur í vindi: 10,8 – 13,8 m/sek.
  • Hvassur vindur: 13,9 – 17,1 m/sek
  • Skrið: 17,2 – 20,7 m/sek.
  • Stormur. 20,8 – 24,4 m/sek.
  • Hvassur stormur: 24,5 – 28,4 m/sek.
  • Kolandi stormur. 28,5-32,6 m/sek.
  • Ódn: 32,6m/sek. og uppeftir