Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.12.2024 09:14

Nógvur vindur í morgin

Sambært veðurforsøgnunum, so verður tað heilt nógvur vindur í kvøld og í morgin.

Veðurstova Føroya sigur at vindurin fer at veksa spakuliga seinnapartin, meðan í kvøld/nátt gongur hann eysturum til landsynning og fer upp í 18 til 23 m/s. Vindurin fer at halda áfram fyrrapartin í morgin har tað verður skrið ella stormur sunnan upp í 18 til 23 m/s, stundum upp í hvassan storm, 25 m/s.

Í teimum støðum kring landið har ættan er ring kunnu hvirlurnar gerast harðar, sigur Veðurstova Føroya.

Tí er tað skilagott, nú tað verður nógvur vindur, at rudda alt leyst burtur, og at tryggja lutir, sum liggja leysir uttanfyri húsini, sum kunnu verða til ampa ella gera skaða.