Tað er nakað av vindi í dag og fer tað at halda áfram restina av degnum og kvøldinum.
Í tí sambandi heitir átaksleiðarin í Eysturkommunu á borgara um at rudda alt burtur, ella at tryggja lutir, sum liggja leysir uttanfyri húsini, t.d. trampolinir og havastólar o.a. sum kunnu verða til vanda í vindinum.
Átaksleiðarin leggur afturat, at sløkkiliðið hevur longu í morgun verið úti eftir tveimum trampolinum sum eru farnar í vindinum. Meðan eisini hoyballur eru foknar á sjógv í Norðragøtu.
Deil á Facebook