Myndir: Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið
Mánakvøldið í hesu vikuni vóru tað nokk fleiri, sum stúrsaðu við, á Skálafjørðinum, tá fleiri sløkkiliðsbilar við útrykkningi, fóru ýlandi gjøgnum bygd og bý og oman á kaiina í Runavík, har íslendska skipið Erling liggur.
Talan var tó bert um venjing, sigur Sunleif Højgaard, sløkkiliðsleiðari, nú Eysturoyarportalurin hevur vent sær til Skálafjarðar sløkkiðið.
“Hendan venjing var gjørd, tí eitt skip, sum liggur við kaj og skal til upphøggingar á Skála, og var tað tí talan um eitt gott høvið hjá okkum at fáa vant umborð á einum skipið, við bæði royki og í bølamyrkri“, sigur Sunleif Højgaard.
Áleið 20 mans frá sløkkiliðinum av øllum Skálafjørðinum, frá Sjóvar, Runavíkar og Nes kommunur vóru við í venjingini.
“Hetta var ein góð og gevandi venjing, sum vit gera við jøvnum millumbilum“, sigur Sunleif Højgaard at enda.
Deil á Facebook