Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.02.2023 08:08

Nógvar skaðafráboðanir úr Leirvík og Gøtu

Mynd: Eysturkommuna

Løgreglan hevur havt úr at gera. Yvir 80 fráboðanir um vindskaðar eru komnar inn í morgun. Væntandi koma fleiri inn seinni.

Tá Eysturoyarportalurin setti seg í samband við løgregluna í morgun, var einasta svarið, “ring aftur um eina løtu, tí vit standa upp um oyrini í løtuni“.

Tað hevur verið sera buldrasligt serliga í Leirvík og Gøtu. Tíðanbetur eru ongar fráboðanir komnar um fólkaskaða.

Miðilin Portal.fo veit at siga, at talan hevur verið nógvar ymiskar skaðar; t.d. koppaðir hjallar, hurðar trýstar inn, vindeygu trýst, klædningur rivnir leysir, koppaðir bilar, tramolinir o.a farið á flog og so víðari.

Fyri løtu síðani segði vaktleiðarin í Eysturkommunu Søren Djurhuus við KVF, at náttin hevði verið sera ring og veðrið hevði gjørt nógvan skaða í kommununi. Hann nevndi, at Magnstøðin í Gøtudali og Effostøðin í Leirvík høvdu fingið skaða, bátar høvdu slitið og at bilhúshurðin á Sløkkiliðsstøðini hjá teimum sjálvum í Leirvík var suga út.