Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.01.2023 20:33

Nógv fólk til 100 ára minnishald

Myndir: Eysturoyarportalurin

Nógv fólk var møtt upp til tiltakið í Víkingahúsinum í Norðragøtu í dag, sum skipað var fyri í sambandi við, at Arnleyg Jacobsen hevði verið 100 ár.

Arnleyg Jacobsen og maðurin Tummas Jacobsen vóru tvær eldsálir, sum gjørdu eitt megnar arbeiði fyri t.d. at varðveita gamla býlingin í Norðragøtu, sum í dag er eitt eindømi í Føroyum. Hetta var tí nakað, sum fyrireikarnir av tiltakinum vildu gera eitt sindur burturúr og hátíðarhalda.

Tað var Pætur Húsgarð, stjóri í “Gøtu húsasøgu”, sum bjóðaði vælkomin. Síðani greiddi hann frá lívssøguni um skyldkonuna Arnleyg, sum var fødd í Húsgarði í Syðrugøtu Síðani var tað tað Alvi Justinussen, sum greiddi frá um mannin hjá Arnleyg, Tummas Jacobsen, sum var úr Norðragøtu.

Eystanljóð framførdi síðani tveir sangir, áðrenn ein steðgur var á skránni, har fólk kundu fáa sær kaffi og kaku. Síðani var tað fólkalívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen, sum hugleiddi um lívsmynstri hjá føroyingum upp gjøgnum tíðina og eisini um stórarbeiðið hjá Arnleyg, sum hon hevur lagt eftir seg. Árant Hansen segði nøkur orð um Blásastovu og arbeiði hjá Gøtu Fornminnisfelag, áðrenn Hanus Jacobsen hevði eina forvitnsliga framløgu um húsasøguna í Gøtu, har hann vísti á broytingar og menning, serliga í bygdini Syðrugøtu, heilt frá fyrndartíð og fram til okkara dagar.

Eisini var møguleiki at síggja gomul kort, sum Arnleyg hevði gjørt av bygdunum í Gøtu, har hús, gerðir og annað var tekna upp, nøvn sett á og skrásett.

Fyrireikarnir søgdu at enda, at ætlanini er at fyrsta eintak av bygdasøguni um Syðrugøtu, sum verður í trimum pørtum, eftir ætlan kemur út í 2023. Fyrsta bók frá “Gøtu húsasøgu” kom annars út í 2021 av bygdini Gøtugjógv.

Eitt sera áhugavert tiltak, sum vardi yvir 3 tímar, og eini 100 fólk vóru møtt upp hetta illverðurs- og kavakvøld.