Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.07.2023 18:40

Noah og Bryne í góðum stima

Mind: Bryne FK

Bryne FK hevði í dag heimavøll, tá ið teir tóku móti Raufoss á Bryne Stadion.

Bryne FK vann ein tryggan 4-1 sigur, eftir at tað var 3-1 í hálvleikinum. Hetta er næsti dystur upp í slag, at teir vinna.

Noah Mneney var í dag skiftur inn í hálvleikinum og kom væl frá uppgávuni.

Bryne FK er á 11. plássi í OBOS-deildini við 16 stigum. 

Komandi uppgáva hjá Noah og Bryne er á útivølli móti Moss tann 9. juli.