Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.06.2023 22:07

Noah Mneney skoraði og tapti

Mynd: Jærbladet

Norska felagið Bryne FK og Noah Mneney vóru í kvøld útsligið úr norsku steypakappingini, tá liðið tapti 3-1 fyri Vard Haugesund úr triðbestu deildini.

Tað var annars Noah Mneney, sum javnaði fyri Bryne FK í 37 minutti eftir at Vard Haugesund hevði lagt seg á odda 1-0 í 27 minutti. Men Vard Hugesund fekk tvey mál móti dystarenda, í ávíkavist 85 minutti og í tíðini dómarin hevði lagt afturat og er tíslik víðari í steypakappingini, meðan Bryne nú kann hugsavna seg um OBOS-ligaen.

Noah var útskiftur í 61 minutti. Hann fekk eisini eitt gult kort í 48 minutti.