Noah Mneney var innskiftur tá ið 79. minuttir vóru leiktir, tá ið lið hansara Bryne FK sunnudagin vann 3-1 á FK Jerv á útivølli á Levermyr stadion. Eisini Rógvi Baldvisson fekk spælitíð, tá hann var innskiftur samstundis sum Noah Mneney.
Við sigrinum er Bryne FK nú á 10. plássið í OBOS-ligaen við 28 stigum.
Komandi uppgáva hjá Bryne FK er sunnudag tann 3. september, tá ið teir taka móti Sandnes ULF.