Sunda Kommuna
Til setanina fríggjakvøldið varð avdúkað, at Niels Petersen fekk heiðurin ”Ársins herðaklapp 2024” frá Sunda kommunu.
Sunda kommuna hevur nógv tey seinastu árini heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi. Siðvenja er at handa hendan heiður tá árligu mentanardagarnir byrja.
Í ár hevði trivnaðarnevndin valt, at Niels Petersen skuldi hava heiðurin ”Ársins herðaklapp 2024”. Grundgevingin fyri at geva Niels Petersen heiðurin ljóðaði millum annað soleiðis:
“Ársins herðaklapp 2024 fær Niels Petersen, fyri sítt miðvísa arbeiði at seta felagið Streym á stovn, og fyri at vera ein savnandi og sjálvboðin drívmegi til frama fyri ungdómin í økinum í mong ár. Hetta hevur havt stóran týdning fyri eftirtíðina í Sunda kommunu”
Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 kr. og ein gáva úr føroyskum gróti.
Sunda kommuna ynskir Niels Petersen hjartaliga til lukku.
Deil á Facebook