Skriva hevur: Eivind Weyhe
(Framhald)
3.1 Saltnes, Í Saltnesi
Elst av niðursetubygdunum har á leið er Saltnes. Búsetingin er frá 1837. Taxatiónin (1873) sigur at traðirnar Roykheygur, Grásteinsgerði og Skúlagerði vóru innlagdar av Húshaganum á Toftum og “bebos sum Udflytterbygd under Navnet Saltnæs (Saltnes).” Navnið hevur kortini verið kent fyri ta tíð; tað er nevnt á kortum í 18. øld, fyrst hjá Rasmusi Juel (1709-10) SaltNæs, Svabo (1781-82) Saltnees, Born (1795) Salt Næs. Generalstaburin sum máldi upp har í 1896, nevnir á kortinum í 1901 bygdina Saltnæs (Saltnes). Íbúgvarnir verða nevndir saltnesmenn.
EL er nes h. ‘heldur langt og mjátt landøki ið stingur út í sjógv el. vatn’ (FO). FL inniheldur navnorðið salt h. Saltnes hevur verið og er navnið á tí runda nesinum ið stingur út í Skálafjørðin millum Toftabygd og Runavík (Svabo nevnir tað fleiri ferðir).
Í Norra eru nógv dømir um navnið Saltnes. Um tey sigur O. Rygh (NG I: 322): “formodentlig efter den i gamle Dage paa mange Steder ved Kysten drevne Saltkogning.” Jakob Jakobsen (1901: 136) nevnir fleiri støð í Hetlandi sum eita Saltnes, og setur tey eisini í samband við saltkóking. Eisini John Stewart (1987: 214) tolkar tey hetlendsku nøvnini sum støð “where salt was made from sea-water.” Tað føroyska navnið má tolkast á sama hátt.
Svabo (1959: 1153) sigur at “Naar Salt har manglet ved Handelen i forrige Tider, har man ofte kogt det af Søevand, men sjelden i nyere tider.” Eisini í sambandi við onnur staðarnøvn finna vit frásagnir um saltframleiðslu. Um navnið Salthellan í Miðvági skrivar Mikkjal á Ryggi í eini staðarnavnauppskrift at “Áður kókaðu tey sær salt úr sjógvi; tað tey skuldu nýta í smør, morlaðu tey sundur á sløttum hellum. Harav hevur henda hella fingið navn.” Sí eisini Bót og biti 1 (Joensen, 2015: 181) og Matras (1932: 237) um Salthellu.
3.2 Heiðarnar, Í Heiðunum, Saltangará,
Í Saltangará
Hesi bæði nøvn hava verið og verða brúkt sum navn á niðursetubygd á eysturarminum á Skálafjørðinum, uttan (t.e. sunnan) fyri Glyvrar. Búsetingin er frá 1846. Ein ávís kapping tykist hava verið millum hesi bæði nøvn; tað almenna navnið er í dag Saltangará, men Heiða-navnið livir á mannamunni, og á heimasíðuni www.runavik.fo kunnu vit lesa at “Saltangará, eisini nevndar Heiðarnar, er bygd í 1846.” Íbúgvarnir hava verið nevndir heiðamenn.
Bygdin verður roknað sum niðursetubygd í haganum hjá markatalsbygdini Glyvrum. Á býráðsfundi í Runavíkar kommunu 3. apríl í 2008 sæst spurningurin um mark báði móti Runavík og Glyvrum at hava verið umrøddur. Sum skilst, er markið úteftir móti Runavík markið millum markatalsbygdirnar Glyvrar og Toftir, altso Snaraløk. Ivi tykist hava verið um markið millum Saltangará og Glyvrar. Býráðið staðfestir á nevnda fundi at markið í neðra fylgir útgarðinum millum tann gamla bøin og hagan á Glyvrum; størri ivi sigst hava verið um hvar markið gongur sum longri niðan kemur, men her samtykkir býráðið at áseta eitt ávíst mark millum traðirnar (www.runavik.fo).

Tá ið Niels Joensen (Ytri-Niels) av Glyvrum giftist 10. novembur 1844, sigur kirkjubókin at hann “bosætter sig i Udmarken dér efter given Tilladelse”. Alment er búsetingin frá 1846 og tá skrivað Saltangeraa ella Salttangeraa. Í 1845, í sambandi við ynski um at fáa plássið góðkent sum hvalvág, skrivar S. J. Weihe sýslumaður á Skála Saltangeraae, og tá ið fyrsta barnið er føtt har í 1847, nevnir kirkjubókin plássið “ved Saltangeraae”. Taxatiónin (1873) sigur at plássið “bebos som Udflytterbygd under navnet Salttangeraa (Heiðarnar)”, t.e. teir uppfata tað fyrra sum (danskaðan) høvuðsform og tað seinra sum føroyskt navn. Generalstaburin (1897) fylgir hesi reglu og setur Salttangeraa sum danskan form (teir broyta t til tt) og Heiðarnar sum føroyskt navn í parantes, og soleiðis kom at standa á máliborðsblaðnum sum kom út í 1901. Merkisvert er at í 2. útgávu av máliborðsbløðunum (1941-43) er hetta broytt, tí nú eru Heiðarnar høvuðsnavnið og Saltangará sett í parantes (men bæði nøvnini í før- oyskum sniði). Tann 3. og nýggjasta útgávan (1990) av máliborðsbløðunum hevur bara Saltangará. So løgið tað ljóðar, nevnir Listi yvir staðanøvn í Føroyum (1960) hvørki teirra (men nevnir bara Heiðarnar sum navn á torvheiðum í Porkeri).6 Tá ið kortið frá 1990 bara hevur Saltangará, kemst tað av at hetta í dag verður fatað sum tað almenna navnið. Kortini tykist Heiða-navnið at hava verið seiglívað.
Eingir trupulleikar eru við at greiða upprunan til Heiða-navnið. Vit sóu tað verða brúkt í bundnum formi, Heiðarnar, men tað hoyrist eisini brúkt óbundið, serliga saman við hjáorði og fyriseting. Innanmenn siga út í Heiðar, rituvíkingar heim í Heiðar, strandingar yvir í Heiðar, sigur Olaf Sv. Petersen (1971) og leggur aftrat: “Bygdanavnið Saltangará var ikki tikið upp á tunguna.” Navnið Heiðar ella Heiðarnar er ósamansett og inniheldur navnorðið heiði kv., sum kann merkja ‘lyngvaksin hagi’ ella ‘torvheiðar’, norr. heiðr kv. Í tí seinra týdninginum verður orðið mest brúkt í fleirtali og tá vanliga fatað sum kallkyn, t.e. bundið Heiðarnir (sbr. torvheiðarnir). Í Heiðunum ella úti í Heiðum skóru glyvramenn torv, og tað varð tí eisini nevnt Glyvraheiðar (í kirkjubókini skrivað t.d. Glibrehede, Glivreheder, Glibreheider). “Áðrenn gerðini vóru innløgd, skóru teir meginpartin av sínum ársbrenni har,” sigur Olaf Sv. Petersen (1971).
Truplari at greiða er navnið Saltangará. Í keldunum, skrivligum eins væl og munnligum, er ikki semja um navnaformin, og tað tykist vera ivi um hvat navnið sipar til, t.e. hvat navnaobjektið er. Eisini staðarnavnauppskriftir eru ógreiðar í so máta.
Í staðarnavnauppskrift sum Ulf Zachariasen gjørdi o.u. 1948, merkir hann Runavík at vera víkina har áin úr Tofta- vatni rennur út. Millum nøvn í Húshaganum á Toftum nevnir hann undir einum og sama nummari (nr. 66): “3 nøvn: Løkin, Snaraløkur, Saltangurá”, og nummarið “66” setur hann har áin rennur úr Toftavatni. Hann tykist tí uppfata øll hesi trý nøvnini sum nøvn á teirri somu ánni, henni sum rennur úr Toftavatni út í Runavík. Men tað merkiliga er at hann í einum hefti við “Frásagnum” hevur hesa viðmerking til nr. 66: “sbr. Snaraløk, markið millum Glyvrahaga og Tofta-.” Beint vestan fyri ánna merkir hann við tølum hesi nøvn at vera: Brekkunarløk og Brekkan á Kollins- kletti.
Eisini Napoleon Djurhuus hevur í 1958 skrivað nøvn upp á Toftum, men ikki merkt tey á kort; hann endurgevur ein navnalista sum Johan Lamhauge lærari hevði gjørt við Johannes Petersen (f. 1888) og Chr. Johannes Højgaard (f. 1896?) sum heimildarmonnum. Bara fýra tey fyrstu nøvnini eru talmerkt, og tey eru: 1) Runavík, 2) Løkurin, 3) Snaraløkur, 4) Saltangará. Viðmerking aftan fyri nøvnini vísir at hann uppfatar 2, 3 og 4 sum nøvn á somu á. Ljóðskrift hansara av navninum Saltangará hevur tvinnanda formar: [»saltaNgar«åa] og [»saltandar«åa]. Í sama lista hevur N. Djurhuus eisini navnið “Brekkan á Saltangará”, men hann vísir við ljóðskrift at úttalan er “Saltandará”. Aftan á tað navnið skoytir hann uppí “Brekkan á Løk” (sbr. Brekkunarløk hjá UZ), og síðan kemur “Brekkan á Kolliskletti”. Eftir raðfylgjuni í listanum eru hesi nøvn vestan fyri Løkin (millum henda og Kollinsklett).
Í eini avmerking sum eg var við til at gera 18. juni í 1987 eftir frásøgn frá Axel Olsen (f. 1913) á Toftum, er Brekkan á Løk júst millum Kollinsklett og Løk. Henda avmerking nevnir ikki “Brekkuna á Saltandará”, og spurningurin er um ikki uppskriftin hjá N. Djurhuus skal lesast á tann hátt at Brekkan á Løk og Brekkan á Saltandará eru sama brekkan.
Sambært fleiri heimildum hava fólk sagt Saltandará, og báði J. Jakobsen og Chr. Matras uppfata tað sum ein yngri form og halda at upprunaligt ng er blivið til nd. J. Jakobsen (1957: 93) helt nevniliga at navnið innihelt tað norrøna navnliðið angr m., eitt gamalt orð fyri fjørð;
som oftere forefindes i norske bygde- navne ved kysten (Stavanger, Hardan- ger, Geiranger o.s.v.), (…) nu alm. kaldet Saltandará med overgang fra ng til nd, men skrevet “Saltangeraa” eller “Salttan- geraa” med tilknytning til ordet “tange”. Saltangará er egentlig navn på den å, som fra indsøen Toftavatn løber ud i bugten nord for næsset Saltnes. Her findes i henhold til det store generalstabskort over Færøerne ingen nævneværdig tange. Den sandsynlige forklaring er, at den bugt, hvis sydside dannes af Saltnes, oprindelig har været kaldet *Saltangr, hvilket navn nu kun findes bevaret som første led i det omtalte ånavn. Den her liggende bygd er af ganske ny dato. Det ældre og egentlige navn for stedet, hvor den nu ligger, er Heiðarnar [haijanar]”.
Chr. Matras (1939: 54) góðtók hesa frágreiðing í eini grein har hann tekur soleiðis til: “Et gammelt ord for fjord eller bugt, nemlig angr, findes sikkert i navnet Saltandará (ældre: *Saltangrá, a foran r må være støttevokal), ved Saltnes på Skálafjørður.” Eisini tann norski staðarnavnafrøðingurin Magnus Olsen góðtekur hesa tolking tá ið hann í verkinum Nordisk Kultur (NK 1939: 20, 37), har eisini greinin hjá Christiani stóð, staðfestir at *Saltangr hevur verið fjarðarnavn í Føroyum.
Í staðarnavnauppskrift frá 1853 skrivar V. U. Hammershaimb navnið tríggjar ferðir. Undir yvirskriftini “Bygder” skrivar hann Saltandará (har eru 2 hús tá), men hann setur parantes um d og skrivar g uppiyvir. Undir yvirskriftini “Strandkant” skrivar hann Saltandará stutt og greitt. Undir yvirskriftini “Åer” skrivar hann Saltangará, men setur “d?” uppi yvir g– num. Eingin ivi fær verið um at Hammershaimb hevur hoyrt navnið sum Saltandará við d. Hann uppfatar við øðrum orðum navnið 1) sum áarnavn (sbr. eisini orðingina “ved Saltangeraae”), 2) sum navn á strandarøki og 3) sum navn á nýggjari búseting.
Sum vit sóu, hava Dr. Jakobsen og aðrir sum hava skrivað nøvn upp, hildið at Saltandará el. Saltangará upprunaliga hevur verið navnið á ánni sum rennur úr Toftavatni, og sum nú nevnist Løkurin ella Løkin. Tá ið fólk búsettust í Heiðunum (Glyvraheiðum), valdu tey eftir øllum at døma at brúka áarnavnið sum navn á búsetingini. Kapping hevur síðan verið millum nøvnini bæði, men Saltangará er sum áður sagt nú viðurkent sum tað almenna bygdanavnið.
Olaf Sv. Petersen (føddur í Saltnesi í 1902, lærari á Argjum) hevur grein í Fjarðbúgvanum 1971, nr. 22 -23, um hetta og onnur nøvn har um vegir, og aftur í Oyggjatíðindum 1978 og 1980. Hann sigur m.a.:
Saltangará – ella Saltandará, soleiðis málbar ein seg fyrr, er trúgvi eg navnið á ánni, sum nú verður nevnd Løkurin, og alt økið báðumegin ánna varð nevnt Saltandará. Toftamenn skóru nógv torv harinni fyrr. Teir søgdu hvørki, at teir fóru inn í Heiðar – ei heldur inn í Runavík, men teir fóru inn á Saltandará at skera og røkja sítt torv, og tá ið teir fingu sær torvið til hús, var tað borið oman á Torvklett og innskipað har.
Otto Jørgensen próstur skrivar tað fyrstu ferð í kirkjubókina í 1847 sum Saltangeraa. Prestarnir ið aftaná koma, Pryts (1855-1861) og Hammershaimb (1862-1878), eru í iva og skifta ímillum Saltangeraa og Glibrehede (í skiftandi formi). Tá ið Th. Sørensen próstur kemur í 1878, fer hann burturav yvir til at skriva Saltangeraa. Olaf Sv. Petersen metir at teir fyrstu niðursetumenninir og teirra eftirkomarar hava ynskt at kalla bygdina Saltangará, og at tað sum mest slóðaði fyri navninum, var at tað gjørdist poststøð og telefonstøð. Í greinini í Fjarðbúgvanum (1971) sigur hann at “Tað letur til at Hammershaimb, próstur, hevur arbeitt fyri at bygdin skal hava fingið navnið Glyvra- heiðar (…), men heiðamenn hava viljað varðveitt tað upprunaliga navnið Saltangaraa.” Men í grein síni í Oyggjatíðindum (1978 og 1980) nevnir hann kortini munnliga frásøgn um at Hammershaimb skuldi geva teimum uppskotið at kalla bygdina Saltangará.
Í sínum stórverki um tey norðurlendsku angr-nøvnini vísir tann svenski málfrøðingurin Gösta Holm (1991: 317 f.) á at einki grundarlag er fyri at tolka tað føroyska navnið sum eitt angr-navn. Eisini heldur hann bygdanavnið Saltangará reint málsliga standa á “mycket vacklande grund”. Hann ivast í um áin nakrantíð hevur hitið annað enn Løkin (sic). Hann heldur at upprunaformurin møguliga kann hava verið *Salthandara, ein stytting (“redukt”) fyri *Saltneshandara, t.e. ‘bortom Saltnes’ (hinumegin Saltnes). Frá Sverra Egholm sála, fyrrverandi landsbókavørði, hevur hann fingið at vita at við Toftavatn hevur verið eitt seyðafylgið ið nevndist Saltandarafylgið.
Mín hugsan er at navnið Saltangará er meira enn illgrunasamt, báði hvat viðvíkir formi, og hvørjum tað hevur verið navn á. Eg hugsi at Gösta Holm hevur grein í sínum máli tá ið hann heldur navnið koma av *Salthandara. Fyrsta stavilsi er sjálvsagt tað sama sum í Saltnes. Ein møguleiki er at *Salt, í Salti hevur verið brúkt um eitt (ikki neyvt avmarkað) øki við saltframleiðslu. Tað er blivið partur av nøvnunum Saltnes og Salthandara. Frá at hava verið navn á einum (heldur leysliga avmarkaðum) øki við ta ánna sum rennur úr Toftavatni, er tað blivið uppfatað sum navn á sjálvari ánni og umtolkað til Saltandar-á. Tann danski formurin Salttangeraa, sum sæst í sambandi við at búseting tekur seg upp í økinum, skal helst síggjast sum ein roynd at seta navnið í samband við orðið “tangi” (men í tí danska forminum “tange”) og harvið geva tí “meining”. At tað er tann danski formurin “tange” ið spøkir aftanfyri, vísir úttalan við /-ang-/ og ikki /-eng-/, sum vit skuldu væntað um navnið frá fyrndini innihelt tað føroyska orðið “tangi”. Úttalan /-eng-/ sum onkuntíð er at hoyra nú, er heilt nýggj lesiúttala.
EL er handara, hvørkikynsformur av lýsingarorðinum handari. Endingin –a er tá umtolkað til –á og hevur (við rytmisering) fingið hjáherðing. Handara skal síggjast í mun til Toftir og hevur tí verið navn hjá toftamonnum.
Tilgongdin hevur tí verið heldur enn ikki løgin. Navnið á einum øki í haganum á Toftum er blivið uppfatað sum navn á ánni sum rennur gjøgnum hetta økið og út í víkina innan fyri Saltnes. Teir ið búsettust í haganum á Glyvrum, tætt úti við markið móti Toftum, hava búð úti við ta ánna sum teir hildu hæt Saltandará ella Saltangará. Og soleiðis er hetta misskilta navnið blivið navn á eini niðursetubygd í Glyvrahaga, eini bygd í einum øki sum av rættum hæt Glyvraheiðar ella Heiðarnar. Navnið er sostatt flutt frá at vera navn á einum øki í Toftahaga til at vera navn á eini bygd í Glyvrahaga.
At enda kunnu vit nevna ánna sum rennur úr Toftavatni. Sum vit sóu, ivaðist G. Holm (1992) í um hon nakrantíð mundi hava hitið annað enn Løkin. Vit sóu eisini at uppskriftirnar eru ójavnar á máli um navnið er kallkyn (Løkurin) ella kvennkyn (Løkin), og tað sama sóu vit viðvíkjandi áðurnevnda áarnavni Snaraløk. Hóast løkur upprunaliga hevur verið kallkynsorð, norr. lǿkr k., kemur tað fyri fleiristaðni í Føroyum sum áarnavn í kvennkyni, sí Matras (1932): løkur m. og FO: løk kv. (sj. stb.), og uppskriftsformurin Løkurin kann vera ein roynd at normalisera navnaformin. Merkisvert er at hetta navnið ikki kemur fyri hjá Hammershaimb í 1853 hóast hann ger sær ómak at nevna áirnar í økinum. Tær fyrstu hann nevnir frá Eystnesi og norðureftir á vestursíðuni, eru: Nesáir (tvær, á Nesinum og við bygdina), Saltangará (“d?” skrivað oman fyri “g”), Snaraløk, Gulasteinsá, Glyvragjógv og Grinkilsá. Annaðhvørt hevur hann ikki hoyrt navnið, ella hevur hann vrakað tað, tí hann hevur hildið at tað rætta navnið á ánni var Saltandará. Tað hevur tað eftir mínum tykki ikki verið, og tí hevur áin annaðhvørt hitið Løkurin/Løkin ella havt okkurt heilt annað navn upprunaliga. Og har er tað at møguleikin fyri einum navni við navnliðinum run kemur inn í myndina, so sum røtt verður um undir 3.3.
3.3 Runavík, Í Runavík
Hetta er niðursetubygd á eystara armi á Skálafjørðinum. Toftamenn løgdu traðir inn av Húshaganum og Mýrunum, fyrstu húsini komu í 1916, og fólkini skrivaðu seg at búgva í Saltangará. Tá ið næstu húsini komu í 1936, skrivaðu tey seg til Runavík, og navnið Runavík varð alment tikið í brúk sum bygdanavn í 1938. Íbúgvarnir nevnast runavíkingar.Í eini grein við heitinum “Rúnavík” í Fjarðbúgvanum 6.4.1971 (sambært Olaf Sv. Petersen (1971) er tað samrøða sum blaðið hevur havt við Hans Tausen) verður sagt at “fyrsti maður setti seg niður uttan fyri eingjargarðarnar, sunnanfyri Saltangará. Hetta vóru fyrstu hús í tí bygd, sum seinri fekk navnið Runavík, yngstu bygd í Rúnavíkar kommunu. Í fyrstuni skrivaði hann seg sum búsitandi í Saltangará, men umleið 20 ár seinri varð so bygdanavnið Runavík skrásett alment.”

Summir heimildarmenn vilja vera við at Runavík var navnið á eini lítlari vík við einum lítlum sandi innan fyri Akurgerðistanga, millum Svínhús (Svínarygg) og Torvklett. V. U. Hammershaimb hevur Runavík við í staðarnavnalista sínum frá 1853 har tað stendur millum Akurgerði og Saltandará. Svabo (1959: 1460 f.) nevnir “den liden Bugt ved Saltnees” og greiðir frá dýpi og botni. Hann nevnir ikki víkina á navni, men eingin ivi kann vera um at hetta er øll víkin innan fyri Saltnes. Meðan hann loddar dýpið á víkini, ýtar hann av hvussu støð yvir á Strandalandinum koma aftur í Saltnes. Hann nevnir staðið, “naar nemlig Bøen ved Bujlingen Gjerum gaaer ind i Samme [t.e. Saltnees] (…) Derfra ind mod Bugten aftager Dybden efterhaanden, indtil det yderste af Bøen ved Selvindi gaaer ind i Saltnees.” Tað er vert at geva gætur eftir at Svabo, sum annars leggur sær eina við at nevna staðarnøvn, ikki nevnir hesa víkina Runavík.
Staðarnøvn sum Akurgerði, Svínhús og Svínaryggur benda á at okkurt slag av virksemi (kornvelting og svínahald) man hava verið har á leið onkuntíð í tíðini. Báðar tær nevndu greinirnar, eftir Hans Tausen og Olaf Sv. Petersen frá 1971, nevna eisini sagnir um plássið. Tann fyrra sigur soleiðis frá: Innan fyri Akurgerðistangabryggjuna er lítil vík, ið nevnist Runavík. Fleiri eru frásagnirnar um, hvussu hetta navn kom; ein teirra sigur soleiðis: Einaferð fór eitt skip á land inni í Skálafirði, og ein av teim, ið við vóru, búsettist á Svínaryggi, beint oman fyri áðurnevndu vík. Hesin maður var ikki norðurlendingur, og varð hann kallaður Runi, av tí at eingin skilti mál hansara. Navnið Svínaryggur – umleið har sum telefonstøðin er nú – skal koma av, at hesin Runi hevði svín sum húsdýr. Seinri avtoftaðist hesin bústaður, og einki kann sigast um, annaðhvørt nakar hevur sett seg niður har fyrr enn í 1916.
Hin greinin (Petersen, 1971)7 sigur m.a. hesa søgu:
Staðar- og bygdanavnið Runavík hevur eisini sína gomlu søgu. Har vóru fyrr skillig teigalendi fram við bakkanum – líka úr víkini og oman á Akurgerði. Staðarnøvnini Akurgerði og Svínhús benda á, at har hava fólk búð, og søgnin sigur, at maðurin æt Rúni.
Kunnu vit síggja burtur frá, tí “runa” skuldi so verið hvørsfall fleirtal, men tað orðið fær illa staðið í fleirtali. Tað sama er at siga um kvennkynsorðið runa ‘evja’.
EL er vík kv. ‘bugur el. innvik inn í strond, lítil og stuttur fjørður’ (FO).
Viðvíkjandi upprunanum til FL Runa– eru fleiri møguleikar í at velja.
Hvørkikynsorðinum run ‘lítið brim’ so verið hvørsfall fleirtal, men tað orðið fær illa staðið í fleirtali. Tað sama er at siga um kvennkynsorðið runa ‘evja’.
EL er vík kv. ‘bugur el. innvik inn í strond, lítil og stuttur fjørður’ (FO).
Viðvíkjandi upprunanum til FL Runa– eru fleiri møguleikar í at velja.
Hvørkikynsorðinum run ‘lítið brim’ kunnu vit síggja burtur frá, tí “runa” skuldi so verið hvørsfall fleirtal, men tað orðið fær illa staðið í fleirtali. Tað sama er at siga um kvennkynsorðið runa ‘evja’.
Aðrir møguleikar at taka til umhugsanar eru kallkynsorðformar sum runi (hvørsfall runa), upprunaliga annaðhvørt runi k. ella hruni k., ella eitt kvennkynsorð sum run kv. (hvørsfall eintal runar, hvørs- fall fleirtal runa).
Eitt kallkynsorð runi, norr. runi, við týdninginum ‘gøltur’ er ókent í nútíðarføroyskum, men tað hevur eftir øllum at døma komið fyri í føroyskum í eldri tíð. Svabo nevnir tað úr kvæðamáli (sí Svabos Gloss- ar), men uttan at nevna nakað kvæðadømi (nevnir bara at tað merkir ‘gøltur’ og eitur tað sama í íslendskum), og Lexicon Færoense, handskrivað orðabók eftir J. Bloch frá 1877-88, tekur orðið upp eftir Svabo, somuleiðis uttan at vísa til nakað kvæði (tað sæst heldur ikki í nøkrum kvæði vit kenna í dag). Ásgeir B. Magnússon (1989) sigur at runi k. ‘göltur, ógelt karlsvín’ er ikki longur livandi í íslendskum (í orðabókini merkt við einum krossi). Staðarnøvnini Svínhús og Svínaryggur (sær út til at vera tað sama staðið, stutt niðan frá teirri víkina sum summi vilja vera við er Runavík) tykjast styðja eina slíka tolking av Runavík, t.e. ‘galtavík, svínavík’.
Tey norrønu kallkynsorðini hruni ‘omanlop, skriðulop’ (Magnússon 1989: ‘fall, hrun; e-ð hrunið, t.d. grjót úr fjalli’) og runi ‘rennsli, skriða, e-ð sem rennur’ (Magnússon 1989) hava í norskum fingið sama form, rune k., og tað sama gera hvørkikynsformarnir hrun og run (fyri ein part við somu merking sum hini bæði). Í Íslandi kemur Hruni fyri sum staðarnavn (Heggstad 2012, Magnússon 1989). Kallkynsorðið runi í týdninginum ‘okkurt sum rennur’ hava vit bara í samansetingunum samruni og uppruni, men í norskum kann tað eisini merkja ‘spíri, vísi’ (og er í føroyskum tikið upp sum nýyrði innan jarðfrøði fyri ‘grótbræðing, lava’, sí FO). Í norskum kann rune k. merkja ‘det å styrta, strøyma ned; noko som strøymer ned (t d jord og sand); far etter skred, elvelaup; elvestraum; graven renne i jorda (for å leia vatnet fram til ein kverndam)’ (NO).
Í norrønum fanst eisini hvørkikynsorðið run ‘liten, smal straum mellom to vatn’ (Heggstad, 2012), ‘rennsli, brun’ (Magnússon, 1989). Orðið finst í norskum við somu ella líknandi merking, báði sum hvørkikynsorð og sum kvennkynsorð (NO, Ross, Særheim, 1992: 348). NO týðir run f., n. sum ‘smal, still, grunn straum el trongt op mellom to vatn; lon, elv el bekk, òg i stadnamn, t.d. Runine, Rånene; renne for driftsvatn (for kvern, sag el l)’. Sam- bært J. Jakobsen (1901: 89) hevur orðið verið væl kent í Hetlandi í forminum ron f., sum felagsnavnið ronek ‘afløbsrende, spec. fra en kostald’ og rona, ronek ‘mellemstrøm, rende, smalt sund, spec. a) mellem er større og en mindre ø, b) mellem en ø og en holm el. større skærklippe’, í staðarnøvnunum de Rona, de Ronek. Ikki tykist orðið vera kent í nútíðarføroyskum, men eftirsum tað er so vanligt í norskum og hetlendskum, er ikki sagt at tað ikki hevur verið til í føroyskum einaferð í tíðini. At tað í norrønum og norskum sigst sipa til áarløk ið rennur millum tvey vøtn, forðar ikki fyri at vit kunnu hava brúkt tað um á ið rennur úr vatni í sjógv, serliga um hetta er ein trongur fjørður ella lítil vík. Ein einføld frágreiðing til navnið Runavík hevði tá verið at tað innihelt kvennkynsorðið run (ella eitt horvið áarnavn *Run?) í hvørsfalli, t.e. Runarvík, úttalað Runavík.
Tað eg dugi at síggja, eru teir mest eyðsýndu tolkingarmøguleikarnir at fata FL í navninum Runavík sum annaðhvørt runi k. ‘gøltur’ ella run kv. ‘áarløkur’. Tað er ilt at taka dagar ímillum hvør møguleikin er tann mest sannlíki. Tann fyrri møguleikin fær stuðul frá teirri sannroynd at har finnast onnur svína-nøvn, og kanska er ikki einki í søgnini um handan Runa ella Rúna sum helt svín har á leið (runi ‘gøltur’ upp- fatað sum mansnavn). Hinvegin liggur nær at hugsa sær at ein vík hevur navn eftir eini á ið rennur út í hana, og tað stuðlar upp undir tann seinra tolkingarmøguleikan. Men tað reisir eisini spurningurin, hvør vík tað er ið av fyrstan tíð hevur borið navnið Runavík. Tað er undranarvert at Svabo, sum loddar dýpið og kannar botnin á víkini, ikki tykist kenna Runavík sum navn á henni. Og um víkin var kend undir navninum Runavík, kann ein undrast á at teir fyrstu ið búsettust eystantil við víkina, og sum vóru glyvramenn, ikki valdu sær tað sum navn á búsetingini, men valdu Saltangará, eini á sum (eftir tí teir hildu) var ein á í haganum á Toftum. Tað at seinri heimildir (og at síggja til eisini Hammershaimb) hava fatað Runavík sum navnið á eini lítlari vík millum Akurgerði og Torvklett, kundi stuðlað upp undir at tað er har at Runavík hevur verið, og at navnið tí hevur verið lítið kent millum onnur enn toftafólk (heldur ikki J. Jakobsen tykist kenna navnið tá ið hann tosar um víkina). Harvið fellur tann seinri tolkingarmøguleikin mestsum burtur, og mest talar tá fyri at tolka forliðið í Runavík sum navnorðið runi k. ‘gøltur’. Eisini telur tað við í vágskálini at orðið hevur verið til í føroyskum, skulu vit trúgva Svabo.
Landskent sum navn er Runavík ikki blivið fyrr enn eftir seinra heimsbardaga, við tí stóra virksemi ið har hevur tikið seg upp, og fólkavøkstri. Av tí sama verður navnið nú eisini fatað sum navn á allari víkini, har áin úr Toftavatni rennur út í Skálafjørðin, og sum hvørki J. C. Svabo ella Jakob Jakobsen kundu at nevna við navni. Í dag eitur alt hetta Runavíkar Havn.
3.4 Rituvík, Í Rituvík
Niðursetubygd í hagapartinum Yvir í Haga ið hoyrir til markatalsbygdina Toftir. Búsetingin er frá 1873. Íbúgvarnir nevnast rituvíkingar.
Taxatiónin (1873) nevnir “Haugeparten Yvir í haga eller Rituvík”. Sum navn á víkini er tað kent á eldri kortum, t.d. Rasmus Juel (1709-10) Ridevig. Á korti hjá Waghenaer frá 1592 (Nørlund 1944: 4,1) og øðrum kortum við tí sum fyrimynd, stendur navnið Rutewic; kortið er sera óneyvt, men navnið Rutevic stendur sunnarlaga á tí sum skal vera Eysturoyggin, á leiðini millum Rituvík og Runavík (ii lisið sum u?). Víkina nevnir Svabo (1781-82) Rituvujk, Born (1795) Rideviig, Rafn (1832) Rituvujk. Generalstaburin (1897) Ridevig (Rituvík). Listi 1960 Rituvík.

EL er vík kv. ‘bugur el. innvik inn í strond, lítil el. stuttur fjørður’ (FO). FL man innihalda fuglanavnið rita kv. ‘smávaksin fuglur í másaættini við trimum tóm, ryta (Rissa tridactyla)’. Siður hevur verið at skriva rita við i hóast alt bendir á at sjálvljóðið í rótini upprunaliga hevur verið /y/. Úr norrønum er orðið bara kent sum kallkynsorð, rytr, gamal ja-stovnur (< *rutja-), og kvennkynsformurin ryta (rita) er tí hildin at vera yngri. Orðið er hildið at sipa til látið hjá fuglinum og at vera skylt við norr. rauta ‘belja’ og rýta ‘rína (um grís)’ og við tað føroyska sagnorðið ruta ‘smádeila, fýlast’ (Magnússon 1989). Annars kann verða lagt aftrat at tann danski formurin ride er hildin at vera komin úr føroyskum (ODS og Nudansk Ordbog).
Í áðurnevndu frásøgn frá eini markna- gongu 7. desembur 1960 verður Glyvrafjall, sum er uppi yvir Rituvík, eisini nevnt Ritufelli (sett í parantes eftir Glyvrafjall).
3.5 Æðuvík, Í Æðuvík
Hetta er niðursetubygd eystantil í Neshaga, stutt norðan fyri Eystnes. Búsetingin er frá 1897. Íbúgvarnir nevnast æðuvíkingar.
Born (1795) Aweviig. Generalstaburin (1896) Avevig (Æðuvík) (í viðmerking sigur Rimestad kapteynur: “Dansk Form meningsløs”).

EL er vík kv. ‘bugur el. innvik inn í strond, lítil og stuttur fjørður’ (FO). FL er hvørsfall eintal av fuglanavninum æða kv. ‘fuglaslag av antarætt (Somateria mollissima)’, norr. æðr, men hevur í føroyskum fingið veika bending við hvørsfallinum æðu-, meðan hvørsfallið á norrønum var æðar.
Vit síggja at báði Rituvík og Æðuvík hava verið kend sum staðarnøvn áðrenn fólk búsettust har. Áðrenn tey gjørdust bygdarnøvn, hava tey tískil verið natúrnøvn, nøvn á tveimum víkum eystantil á Eysturoynni, stutt norður frá Eystnesi, báðar við fuglaheiti sum forliði.
EL = Eftirlið FL = Forlið
h. = hvørkikyn k. = kallkyn kv. = kvennkyn
