Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.08.2026 17:00

Móttøka fyri Logos Hope

Mentamálaráðið

Hósdagin 27. august kom skipið Logos Hope á Havnina. Logos Hope er gamla Norrøna. Móttøka varð skipað fyri skipinum og til hátíðarhaldið helt Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, røðu.

Í røðu síni segði hann millum annað soleiðis:

Í eini tíð við nærum óavmarkaðum streymi av upplýsingum er tað kanska meira viðkomandi enn nakrantíð at skilja ímillum tað, sum er satt, og tað, sum bara sær satt út.

Øll røðan kann lesast her.

Skipið Logos Hope vitjar í Føroyum inntil 6. september. Skráin fyri vitjanina kann lesast her.

Myndirnar eigur OM Føroyar.