Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2023 22:08

Niðan á Gráfelli á ársins longsta degi

Visit Runavík

Mikukvøldið 21. juni skipar Visit Runavík fyri gongutúri við ferðaleiðara niðan á Gráfelli. 

Gráfelli er næsthægsta fjalli í Føroyum, 856m og liggur í norðara parti av Eysturoynni, tætt við Funningi. Gráfelli liggur eisini nær við Slættaratindi, sum við sínum 882 metrum er Føroya hægsta fjall. Bláaberg, sum er 640 metrar høgt, skilir fjøllini.

Hetta er ein avbera vakur kvøldartúrur, ið tekur umleið 5 tímar. Gongutúrururin byrjar kl.  klokkan 20.00. Farið verður frá Fitjunum og niðan, t.v.s. har, sum kikarin stendur, og útsýnið er til Risan og Kellingina. Hetta ger túrin eitt sindur longur, men lættari at ganga. Túrurin er miðal til tungur, men heilt vist útsýnið verdur. Bussur koyrir úr Runavík og heim aftur aftaná gongutúrin. Bussurin fer frá Gulu Smiðju á Heiðavegi 46 kl. 19:15. Bussurin steðgar við Skipaneskrossin og í Skálafirði. Nærri kunning á atgongumerki.fo ella á facebookvanganum hjá Visit Runavík. 

Visit Runavík