Á býráðsfundi tann 30. mai samtykti býráðið í Nes kommunu einmælt, at vísa Løgmálaráðnum á økið sunnanfyri Blákrossheimið og á økið í Fossdali, sum staðseting til nýtt fongsul í Føroyum.
Petur Jákup (Dakko)Petersen sum sitar í býráðnum í Nes Kommunu og er formaður í teknisku nevnd, váttar fyri Eysturoyarportalinum, at kommunan hevur bjóða seg fram og hevur víst á tvey økir í kommununi, sum hóska til staðseting til ein nýmótans fongsul.
Formaðurin í Teknisku nevnd mælir til, at vísa á øki sunnanfyri Blákrossheimið og á økið í Fossdali.
Løgmálaráðið hevur heitt á føroysku kommunurnar um at bjóða seg fram, nú nýtt fongsul skal byggjast í Føroyum. Tað er í hesum sambandi, at Nes kommuna nú bjóðar seg fram.
Deil á Facebook