Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.06.2023 19:25

Náttúrubarnagarðurin í Æðuvík

Mynd: Náttúrubarnagarðurin í Æðuvík

Eitt gott tilboð

Í Runavíkar kommunu er eitt náttúrubarnagarðstilboð til 5 og 6 ára gomlu børnini. Náttúrubarnagarðurin liggur í Æðuvík, eini náttúruperlu, har stutt er í haga, bø, fjøru og vøtn. Barnagarðurin hevur verið opin síðan februar 2023, og bæði vaksin og børn støðast sera væl, og soleiðis greiða starvsfólkini frá:

Náttúran hevur eisini tørv á børnunum

Børnini sleppa túrar hvønn dag, annaðhvørt í hagan, fjøruna ella kanska í eina á, yvir á vøllin at sparka, umframt til sjónleikir o.a. mentanarligt virksemi, ella tá ið kavi er – at skreiða og stuttleika sær. Møguleikarnir eru nógvir og til hvørja árstíð.

Eins og børnini hava tørv á náttúruni, so hevur náttúran eisini tørv á børnunum. Tey fáa eitt tilknýti, soleiðis at tey læra at virðismeta og undrast á náttúruna og at ansa eftir henni, serliga við góðum og ríkum upplivingum. Tey fáa eina innliving í ta ringrás, ið lívið og náttúran hava at bjóða. Alt verður flættað saman. Tey síggja ikki bert fuglarnar, reiðrini, krabbarnar, harurnar og ungarnar á eini mynd ella í eini bók, men uppliva alt sjálv og kunnu undrast í rásarúminum og í friðinum, har færri ella nærum eingir tvídráttir eru. Umframt alt tað fáa tey fríska luft og røra seg nógv, og hugflogið er í hásætinum.

Smáir granskarar

Náttúran er framúr rík, tí hon møtir hvørjum einstøkum, har tey eru stødd í teirra menning.

Mangar eru upplivingarnar í fjøruni, har børnini stinga fliður og fanga krabbar. Ofta tora tey ikki. Men knappliga gerst onkur dagsins hetja, tí í gjár tordi hann ella hon ikki at halda í krabbanum, men í dag bilti ikki.

At klintra upp á tann stóra steinin, sum hon ikki megnaði í gjár, men í dag var hetta ikki tann stóra avbjóðingin. At gerast sín egna hetja og gera tað umaftur og umaftur, alt meðan oyrað hoyrir, eygað sær, og kroppurin sansar.

Er ormveran ein grindalokkur? Og lítlu hornini á sniglinum, eru tað eisini eygu ella hvat? Og meðan hini rógva og skvatla í vatninum, á rekaviðinum, sum eingin legði í, men sum nú er ein bátur, hugsavnar hann seg á bønum og finnur blómuna, sum etur flugur.

Latið verður upp fyri einum heilt øðrvísi heimi við nógvum at læra og undrast á. Og sum lítla gentan segði á heimferðini: „Eg haldi, at tað var keðiligt, at vit ikki kundu órógva krákuungan meira, tí eg ætlaði at geva honum ein maðk.“

Vit gleða okkum til eitt ár aftrat í frálíku og góðu umstøðunum vit eru í.

Starvsfólkið í Æðuvík