Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.01.2023 16:11

NATO flogførini vóru á veg til Íslands

Mynd: Mortan Mortensen

Sum einasti miðil, so skrivaðu vit tann 16. januar her á Eysturoyarportalinum um NATO flogfari, sum var fylgt av fýra jagaraflogførum.

Eysturoyarportalurin vendi sær tá, bæði til løgregluna og til Vørn, sum ikki vistu nakað um málið, men søgdu at hetta var Arktisk Kommando sum hevði hetta málið um hendi. Vit hava síðani mánadagin vent okkum til Artisk Kommando í fleir førum, men hóast vit hava roynt at fingið svar uppá spurningin hvat hesi flogfør gjørdi í føroyskum luftrúmi, so hava tey ikki svara okkum aftur.

Men í dag veit JN at siga, at sambært Høgna Hoydal uttanríkis- og vinnumálaráðharra, so var talan var um fimm flogfør, sum komu úr Noregi og vóru á veg til Keflavíkar, har tey næstu tíðina skulu hava eftirlit við og vaktarhald í íslendskum loftrúmi samsvarandi avtalu millum Ísland og NATO hesum viðvíkjandi. Ein røð av NATO-limalondum skiftast um at hava flogfør í Keflavík í styttri tíðarskeið í senn.

Víðari sigur Høgni Hoydal við JN, at flogførini høvdu neyðuga diplomatiska loyvið at flúgva í føroyskum loftrúmi og føroyskir myndugleikar vistu av gjøgnumflúgvingini.