Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.01.2024 10:26

Nakrir skaðar á Skálafjørðinum

Savnsmynd

Tilbúgvingarleiðarin hjá Skálafjarðar Sløkkilið, Sunleiv Højgaard, upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at nú kl. 10.00 hava tey fingið fráboðanir um nakrar smávegis skaðar.

Talan er um 5 skaðahendingar higartil. Men bert smávegis skaðar.

Ein garður, eitt gamalt úthús og ein klædningur á Toftum, ein skorsteinur á Glyvrum og ein tekja á Skála.

So enn er ikki tað heilt stóra at skriva um, sigur Sunleiv Højgaard at enda.