Rithøvundurin Helgi Jacobsen hevur skrivað “Bygdasøga – Nes, Toftir, Saltnes”.
Í bind II skrivar hann nakrar áhugaverdar greinar um Flesjarnar og hvat er hent á teimum gjørgnum árini.
Við loyvið, eru niðanfyri 7 nýggjar og eldri søgur endurgivnar, sum eru hendar runt loyniligu og hugtakandi Flesjarnar, sum liggja miðskeiðis millum Eysturoy og Streymoy.
Flesjarnar vóru oyggj
Flesjarnar eru sum nevnt ein stór grynna við Stórufles og boðum og skerum suður úr Raktanga og í ein lágan eystan úr Kaldbaksnesi áleið miðskeiðis millum Eysturoy og Streymoy. Trý skip eru farin á Flesjunum, har dýpið á einum víðum øki bara er nakrar fáar metrar. Í teimum trimum vanlukkunum doyði ein maður, men í gamlari tíð eru fólk eisini deyð á Flesjunum.
Gomul søgn er um, at Flesjarnar eina ferð í fyrndini hava verið ein oyggj. Til endans búðu sjey systar har. Men tær klandraðust illa. Tær fingu tá at vita, at bundu tær ikki frið, skuldu tær missa oynna, og sjálvar skuldu tær standa steinrunnar og klandrast í allar ævir. So kom ein ódn, og øll oyggin hvarv í briminum, og eftir stóðu bara sjey steinar, soleiðis sum vit kenna tað í dag. Tá tað er brim av landsynningi, stendur tað og kókar har. Gomul fólk hava greitt frá, og tey flestu kenna søguna, men eingin veit svarið um, hvør ið kom við spádóminum ella revsingini. Onkur sigur seg hava hoyrt, at systrarnar eisini hava verið kallaðar steinsystrarnar, og ein skuldi eita Billa og ein onnur Silla.
Grækaris Gregersen av Strondum var staðkunnigur á Flesjunum, har hann óteljandi ferðir við tristinum róði suður at fiska reyðfisk við snøri. Bartal Gregersen plagdi at vera við honum og hevur greitt frá tí, sum Grækaris visti um Flesjarnar.
Bartal sigur, at sum flestum kunnugt standa Stórafles og Lítlafles upp úr sjónum. Lítlafles liggur eystan fyri Stórufles, tær eru nærum saman, men sjógvur er ímillum tær. Síðani er tað Eystastafles, sum er long suður og norð. Vestastafles er eisini long suður og norð, dýpist so líðandi í landsynning, har tað nakað suður frá Stórufles er ein boði ella skalli, sum nevnist Jákupsskalli.
Í ein landsynning úr Stórufles, umleið 30-40 metrar frá, liggur ein annar boði, sum nevnist Skallan í Nólsoyarboða, helst tí at rætningurin úr Stórufles er í Nólsoynna.
Av Raktanga suður móti Flesjunum eru fleiri grynnur, og Bartal Gregersen vísir á gamlar søgur um, at tað einaferð hevur verið landfast úr Raktanga í Flesjarnar. Botnurin suður úr Raktanga kundi bent á tað sama, og Eystastafles og Vestastafles hava sama rætning sum Raktangi.
Frá fasta harðbotninum úr Raktanga og suður móti harðbotninum við Flesjarnar er stutt leið. Tá róð verður suðureftir, og húsini í Sólgørðum í Kaldbak koma undan Kaldbaksnesi, byrjar at grynna upp móti Flesjunum.
Gabriel Torleifsson, próstur druknar
Flesjarnar hava kravt mannalív fyri fleiri hundrað árum síðani.
Próstur á Nesi eftir Heina Havreka var Auðun Andersen.
Eftirmaður hansara var Torleif Grækariasson, sum sat í embætinum til 1625. Hann gjørdist próstur í 1579 og sat á Sandi, til hann kom á Nes í 1583.
Sonur Torleif, Gabriel Torleifsson, tók við prestastarvinum, tá faðirin doyði í 1625. Á eini handilsferð til Havnar ein góðveðursdag í 1627 fóru hann og húskallarnir upp á Flesjarnar á heimferðini. Teir tóku kaggan við og sótu á Stórufles og hildu sær at gaman.
Dagin eftir rak báturin hjá presti inn á Kollafjørð. Eingin maður var umborð, men vøran lá øll í bátinum. Presturin og húskallar hansara høvdu ivaleyst mist bátin og vóru síðani fløddir ella skolaðir av flesini og druknaðir.
Sumbingar slógu ring á Flesjunum
Sumbingar vóru einaferð norðuri við Áir eftir hvalatvøsti. Tað hevur verið, áðrenn hvalastøðin í Lopra kom. Teir høvdu róð ein langan tein og hildu tað vera best at fara upp á Flesjarnar at strekkja beinini og sláa ring. Men tann seinasti, sum kom upp á turt, misti fanglínuna. Til alla lukku var tað onkur á Nesi, sum sá tilburðin, og nesmenn róðu út fyri at fáa teimum fatur á bátinum. Tað segðist, at sumbingarnir vóru foyir, tá nesmenn komu við bátinum.
Goðanes
Fyrsta skip, vit vita um, ið fórst á Flesjunum, var íslendski trolarin Goðanes úr Neskaupstaði. Skiparin fórst. Trolarin rendi á Flesjarnar nýggjársdag 1957. Stór bjarging varð sett í verk. Fleiri føroyingar sigldu um hetta mundið við Goðanes, og tað eydnaðist at bjarga øllum uttan skiparanum, tá 24 ára gamla Pétur Hafsteinn Sigurðsson.
Beint frammanundan var okkara fyrsta stállínuskip, Vesturhavið Blíða, komið til landið, og tað fekk eina ógvisliga byrjan. Áðrenn skipið nakrantíð fór til fiskiskap, var tað við til at bjarga manningini á Goðanesi. Tá var ljóskastari nýggjur, men Vesturhavið Blíða hevði ljóskastara. Hesir vóru til stórt gagn undir bjargingini, sum fór fram í myrkri. Har var eisini ein hópur av smábátum, sum hjálptu til.
Av skipinum Róki úr Havn skutu teir línuna umborð á Goðanes, soleiðis at teir kundu stjóra mennirnar av skipinum. Henda hendingin var byrjanin til, at bjargingarfeløg vórðu stovnað kring landið. Íslendsku bjargingarfeløgini góvu føroyingum bjargingarútgerð, sum helst ikki hevur verið í landinum, tá Goðanes fórst. Ferðast varð eisini kring landið at vísa bjargingarfilm fyri á tann hátt at vekja ans fyri bjarging.
Ólavur Gregersen
Týsnáttina 10. januar 1984 sigldi faremaskipið Ólavur Gregersen á Flesjarnar. Skipið var á veg av Klaksvík suður á Skálafjørðin. Skipið stóð eina tíð á Stórufles, men sakk seinni. Eingin lat lív. Tað var illveður hesa náttina.
Í sjófrágreiðingini kom fram, at stýrimaðurin visti ikki, at Flesjarnar vóru merktar við radarrefleksi, og hann helt seg tí síggja eitt skip á radaranum, sum var á veg inn ella út av Skálafjørðinum. Ein onnur orsøk til vanlukkuna var ivaleyst tað vánaliga veðrið, ið var, tá óhappið hendi.
Stýrimaðurin hevði mynstrað á Ólavi Halga ein mánað frammanundan og hevði ikki siglt rutuna inn á Skálafjørðin áður og var ókendur við viðurskiftini inni á Skálafjørðinum.
Tjaldrið togaði Mallemukken av Flesjunum
4. apríl 1990 rendi danska sjóverjuskipið Mallemukken á Flesjarnar, og skipið stóð so fast, at tað ikki slapp av aftur sjálvt. Tjaldrið hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni kom til hjálpar og togaði Mallemukken av aftur nakrar tímar seinni. Skaðin var ikki stórur, men Mallemukken mátti á beding á Tórshavnar Skipasmiðju.
Olshana
Seinnapartin hósdagin 2. august 2007 rendi russiski trolarin Olshana á Flesjarnar. Eingin lat lív. Olshana var á veg av Kollafirði, har skipið hevði bunkrað olju. Eini 270 tons av olju vóru umborð.
Olshana sendi út neyðarkall, og tað gingu bara umleið 20 minuttir, til verjuskipið Tjaldrið var hjá Olshanu. Tað var rættuliga skjótt greitt, at hol var komið á skipið, og at olja lak úr skipinum.
Nógv skip og bátar vóru við í royndunum at bjarga trolaranum: Triton, Finnur Fríði, Sam, Thor, Ran, Tjaldrið, Pressarin, Skúmarin, ein tyrla v.m.
Fleiri royndir vóru gjørdar at toga skipið av Flesjunum.
Roynt var eisini at pumpa sjógv úr skipinum, men lekin var so mikið stórur, at skipið stóð ikki til at bjarga.
Stutt fyri klokkan 8 fríggjamorgunin 3. august sakk Olshana. Tá var øll manningin, 34 mans, farin av skipinum. Olshana liggur á umleið 70 metra dýpið.
Manningin var øll flutt til Havnar. 25 mans fingu innivist og svóvu í fimleikarhøllini í Tórshavnar kommunuskúla.
Nógv olja lak úr skipinum, og stóri spurningurin aftaná var, hví oljan ikki alt fyri eitt varð pumpað úr skipinum.
Fyrst í 1970-árunum setti Statens Fyr- og Vagervæsen radarrefleks á Flesjarnar, og í 1984 skipaði Kongshavnar Havnarverk fyri at fáa ein vita.
Heimildir
Bartal Gregersen: Eitt sindur um Flesjarnar. Grein í Dimmalætting 22. Januar 1987
S.V. Wiberg: Supplement til personalhistoriske, statiske og genealogiske Bidrag til en almindelig dansk Præstehistorie. L.B Deichmanns Forlag, Faaborg 1879
Føroysku bløðini 1957, 1984, 1990 og 2007
Jógvan I Olsen: Samrøða 2016
Jákup Mikal Mikkelsen. Samrøða 2016
Deil á Facebook