Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.05.2026 12:40

HM-lutakastið 10. juni

Mynd: HSF

Hondbóltssamband Føroya

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

HM-endaspælið verður leikt í døgunum 13. – 31. januar 2027. Innleiðandi bólkaspælið verður leikt í Kiel, München, Stuttgart og Magdeburg, meðan millumumfarið verður leikt í Hannover og Köln. Allar fjórðings-finalurnar, hálvfinalurnar og finalan verða leikt í Köln. Presidents Cup um plássini 25 til 32 verður leikt í Magdeburg.

Hetta HM-endaspælið er eisini liður í undankappingini til OL í Los Angeles.