Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.06.2023 09:19

Nakrar hugleiðingar um staðarnøvn í Rókini

Mynd: Janus Jensen

Eftir Janus Jensen

Tók hesa myndina av prýðiliga tunnilsmunnanum í Rókini fyri kortum. Um skamma stund verður Eysturoyartunnilin liðugur, og vit kunnu seta okkum í bilin og aka undir Tangafirði til Havnar uppá null komma niks. Her verða ongar áneyðir at kunna seg um veður og vind áðrenn fráferð, tí á hesi farleið fara hvørki vindur, regn ella hálka at darva ferðini. Jú sanniliga, hetta er framburður.

Eitt framstig var tað eisini, tá ein nýggj, breið koyribreyt var gjørd í sjóvarmálanum gjøgnum Rókina fyrst í 70- árunum. Hendan kom ístaðin fyri gamla, smala bygdavegin, sum ikki longur megnaði trýstið frá vaksandi bilferðsluni.

Men – framburður hevur ofta tað við sær, at samstundis sum tú fært nakað, so er vandi fyri, at annað fer fyri skeyti, um tú ikki er ansin. Hugsi um øll staðarnøvnini, sum vóru í sjóvarmálanum úr Heiðunum og út á Runding. Sama ger seg galdandi á Toftum. Tíbetur hava vit havt, og hava enn, fróðarmenn, sum hava lagt sær hetta í geyma, og sum hava skrásett ein part av hesum siðaarvi okkara.

Fyri at koma aftur til myndina av tunnilsmunnanum í Rókini, so koma serliga tvey staðarnøvn har um leiðir í hugan. Annað er Fláhella, sum var í fjøruni miðskeiðis undir rundkoyringini í Rókini. Tá menn búsettust í Rókini, nýttu teir hetta plássið til bátastøð. Eisini plagdu menn úr Saltnesi at seta bát upp her á lágætt, tá tað var ókyrt longur úti.Tey, sum eru komin nakað til árs, minnast ivaleyst, at Jensia ella Oyrajensia, motorbáturin hjá D.P. Højgaard, varð drigin upp á Fláhellu og stóð har í mong ár, áðrenn hon var beind burtur.

Innanvert Fláhellu og inn ímóti Akursgerðistanga, har sum kai seinni var bygd, var Grønibakki. Tunnilsmunnin er júst í ytra enda á Grønabakka.

Eitt annað áhugavert stað í fjøruni, nakað uttan fyri Fláhellu, bar heitið ”Inni á Amerant”. Ein møgulig frágreiðing til hetta serstaka heitið fann eg í einum lesarabrævi í Tingakrossi 12. sept. 1906 undir heitinum:

Et farligt Vrag

Som mange vil vide, har Vraget af den havarerede Slup ”Amaranth” i lang Tid ligget her inde ved Saltnes og ligger her endnu, tilsyneladende glemt af sine Ejermænd. Og dette kunne for saa vidt ogsaa være ret ligegyldigt, hvad Vraget angaar – hvis det ellers ikke generede nogen. Men det kan altid befrygtes. I den Tilstand, Vraget nu er, og i den Stilling, som Masten er kommet til at ligge, frembyder det en absolut Fare for ukendte Folk, der ved Nattesid færdes i disse Farvande. Hidtil er ingen Ulykke sket, men den kan hænde, før man aner det.

Derfor turde der være al mulig Anledning for rette Vedkommende til at faa det farlige Vrag fjernet snarest. Det her ligget længe nok.

Eystringur

Skipið Amarant verður ofta nevnt í smb. við fiskiskap tá í tíðini. Haldi, at tað hevði heimstað í Tórshavn, men hvør átti skipið, og hví tað endaði sínar dagar í fjøruni inni í Rók, tað veit eg ikki. Kanska onkur veit meira at siga um hetta.