Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.04.2023 18:24

Myndir: Víkingur vann tepurt 1-0 á EB/Streymi

Myndir: JOK/Eysturoyarportalurin

Tað var sera kalt, tá dagsins dómari Eiler Rasmussen brígslaði dystin í gongd kl 15.00 í Sarpugerði í dag millum Víking og EB/Streym.

Dysturin bleiv ongantíð tann stóra fótbóltsuppliving fyri áskoðarin. Hóast heimaliðið var greitt omaná, so at siga allan dystin, so kom bert tað eina málið. Og var tað Jákup Johansen sum skeyt tað longu í 12 minutti. Heimaliðið hevði nógvar møguleikar at økja um leiðsluna, men manglaði antin neyvleiki og hepni.

Komandi dyst spælir Víkingur á útivølli móti 07 Vestur, meðan EB/Streymur møtir HB á Hólmanum á Eiði. Báðir dystirnir verða leiktir 5. mai.

Sí myndir frá dystinum: