Mennirnir hjá Víkingi vunnu í kvøld grannauppgerðina í góðveðrinum í Sarpugerði. Úrslitið gjørdist ein 2-0 sigur til teir ljósabláu úr Eysturkommunu.
Tað stóð leingi á jøvnum, og var tað ikki fyri enn í yvirtíðini, og eftir at NSÍ vóru blivnir 10 mans, at Víkingur fekk hol á. Dómarin legði heili 8 minuttir afturat vanligu tíðini.
Fyrst var tað Poul Kallsberg, sum í 92 minutti legði heimalíði á odda, og síðani var tað innskifti Martin Klein Joensen, sum staðfesti sigurin í 97 minutti.
Myndir: Egin Tollaksson Kass
Deil á Facebook