Tað bleiv ein 2-0 sigur til heimaliðið Víking, tá ið grannarnir av Toftum vóru á vitjan í Sarpugerði fyrr í dag.
Hálvleiksstøðan var 0-0. Men í 53 minutti legði áleyparin Finnur Justinussen teir ljósabláu á odda, og í 67 minutti var tað Poul Kallsberg sum økti til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Sí myndir sum Egin Tollaksson Kass tók fyri Eysturoyarportalin
Deil á Facebook