Mennirnir hjá Víkingi vunnu í kvøld 3-0, eftir longda leiktíð, móti AB í løgmanssteypinum. Við sigrinum hava teir ljósabláu nú leikt seg í hálvfinaluni.
Tað var annars eitt nógv broytt víkingalið, sum byrjaði dystin. Fleiri av føstum monnunum vóru antin á beinkinum ella ikki í hópinum. Og var tað eisini trupult hjá ungu víkinmgunum at fáa spælið at glíða og spæla seg til stórar málmøguleikar. Serliga í fyrra hálvleiki. Tað mátti longd leiktíð til áðrenn, fyrst innskifti Arnbjørn Svensson (100 minutti) og síðani ein annar innskiftari, Rani Hansen (108 & 114 minutti) kundu avgerða dystin fyri Víking.
Myndir: Egin Tollaksson Kass
Deil á Facebook