Myndir: JÓK/Eysturoyarportalurin
7-0! Tað gjørdist úrslitið eftir at heimaliðið Víkingur hevði húðflongt TB í 90 minuttir.
Tað var klassamunir á liðinum og kundi sigurin eisini verið nógv størri, um víkingar høvdu verið neyvari í avgerðandi løtunum.
Veteranurin, Sølvi Vatnhamar, sum nýliga leikti báðar A-landsdystirnar á tamb, skeyt 2 av málinum, meðan hini skutu Arnbjørn Svensson, Martin Klein Joensen, Andreas Lava Olsen, Olaf Bárðarson og Finnur Justinussen.
Liðið hjá Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Ingi Jonhardsson, Arnbjørn Svensson, Géza Dávid Turi, Olaf Várðarson – Sølvi Vatnhamar – Martin Klein Joensen
Hersir komu inn: Jákup Johansen (61 min), Andreas Lava Olsen (61 min), Finnur Justinussen (76 min), Árni Nóa Atlason (76 min), Aron Jarnskor Ellingsgaard (87 min)
Deil á Facebook