Tað varð nógvur vindur í Syðrugøtu í gjár og hvirlurnar vórðu sera harðar í bygdini.
Og í dag, uppdagaðu fólk, at eitt seyðahús omanfyri bygdina í Syðrugøtu, sum hevur staðið tómt í langa tíð, varð tikið av grundini og fokið uml. 20 metur og farið í knús.
Av tí at eingin koyrivegur er til húsið, er avgerð tikin at seta eld á tað í dag, sigur átaksleiðarin í Eysturkommunu fyri Eysturoyarportalinum fyri løtu síðani.
Myndir: Eysturoyarportalurin
Deil á Facebook