Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.02.2025 14:09

Myndir: Slóbrótandi grundvatnshitaskipan í Glyvra skúla tikin alment í nýtslu

Tórbjørn Jacobsen trýsti á knøtttin og tendraði nýggju skipanina, sum nú hitar Glyvra skúla og býráðssalin í gamla Glyvra skúla. Mynd: Eysturoyarportalurin

Í morgun kl. 11.00 bjóðaði Runavíkar kommuna til móttøku í býráðssalinum á Glyvrum, tá ið nýggja grundvatnshitaskipanin hjá kommununi varð alment tikin í nýtslu.

Tað byrjaði annars við, at borgarstjórin bjóðaði vælkomin, har hann m.a. greiddi frá um søguna, frá tí at heita grundvatnið varð funnið nærhendis, og so til nýggjastu framkomnu grundvatnsskipanina, sum nú skuldi takast í nýtslu.

Eisini greiddi hann frá áhugaverdu søguni um býráðssalin sum er frá 1891, men sum nú er settur í stand aftur, og sum nú eisini verður hitaður upp av somu skipan.

Síðani vóru tað Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, og Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, sum hildu hvør sína røða um nýggju ætlanina á Glyvrum.

At enda varð tað Niels Christian Nolsøe, stjóri í Jarðfeingi, sum m.a. greiddi frá um kanningar, ið Jarðfeingi hevur gjørt seinastu árini, sum hava víst, at undirgrundin á Glyvrum er heitari enn í flestu øðrum støðum í Føroyum.

Og greiddi hann eisini frá, at tað var í hesum sambandi, at Jarðfeingi setti seg í samband við Runavíkar kommunu fyri at kanna, um kommunan var áhuga at samstarva um eina verkætlan við tí endamálið, at útvinna orkuna úr heita vatninum í undirgrundini.

Eftir hetta varð so farið í Glyvra skúla har borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, trýsti á knøtttin og tendraði nýggju skipanina, sum nú hitar bæði Glyvra skúla og býráðssalin í gamla Glyvra skúla.

Hetta er sostatt eisini fyrsta verkætlanin av sínum slagi í Føroyum.

Tað eru Umhvørvismálaráðið saman við Jarðfeingi og Runavíkar kommuna, sum hava fíggja verkætlanina.

Myndir: Eysturoyarportalurin